Sjúrður Skaale
Lesarabræv10. september 2011
Sjúrður Skaale

Svar til mínar vónbrotnu veljarar

Mong halda meg hava svikið teirra álit, tí eg havi skift flokk. Tað skilji eg væl. Men politikkur snýr seg um meiningar - ikki flokkar. Eg skal her greiða frá, hví eg fór frá lista E til lista C

Í 2009 helt eg flaggdagsrøðu á Oyrarbakka. Tá segði eg m.a. soleiðis:

"Politiskt verða fáar brýr bygdar í Føroyum.

Øðrumegin hava vit havt loysingarvongin, sum alt ov leingi hevur læst seg fastan í eina kós, sum undirtøka ikki er fingin fyri, og sum eisini hevur hildið lív í stundum patetiskum tosi um órætt í sambandi við eina fólkaatkvøðu, sum var hildin fyri 62 árum síðani.

Hinumegin hava vit havt sambandsvongin, sum alt ov leingi hevur livað í eini falskari trúgv á, at so leingi vit bara sleppa at verma okkum undir Danmarkar veingjabreiði, so er eingin vandi. Men hvørki kongur ella blokkur verða nakrantíð grundsúlurnar undir okkara tjóð og okkara samfelag.

Okkara Merki boðar frá nógvum vøkrum og nógvum, sum vit kunnu vera stolt av.

Men tá um politikk ræður, boðar Merkið frá endaleysum klandri og stríði, og mangan syndarligum úrslitum. Viðhvørt tykist sum um, at tað at halda lív í ósemjunum hevur verið sjálvt endamálið við politikkinum.

 

At fylgjast við fíggindanum um brúnna

Eitt russiskt orðatak sigur, at ofta er skilagott at fylgjast yvir um brúnna saman við fíggindanum, fyri síðani at skiljast hinumegin. Hvør skal siga, at tað er best at semjast um tað, mann er samdur um, og goyma ósemjurnar til seinni. Á tann hátt vinna báðir partar.

Hetta er tann vísdómur, sum føroyskum politikki vantar.

Vit mugu gera eina bindandi semju um tað, vit eru samd um. Vit mugu byggja eina sterka brúgv millum sambands- og sjálvstýrisfólk. Annars koma vit aldrin av fetanum.

Vit mugu flyta okkum. Úrslitið av okkara politiska skotgravastríði er, at vit nú eru einasta land í Europa, sum stendur uttanfyri teir stóru europeisku felagsskapirnar av londum. Vit hava ikki kunnað samst um nakað, og tí hava vit nærum ongar brýr bygt uttan ta stóru til Danmarkar.

Men vit mennnast ikki av at vera verandi eitt danskt heimastýri í allar ævir. Og tað er vitleyst at loysa bara fyri at skipa ein avbyrgdan mikrostat í norðuratlantshavi.

Vit mugu byggja brýr til onnur. Tíðin er farin frá at Merkið skal umboða eitt land og eina tjóð, sum liggur isolerað fyri seg sjálva.

Og eg havi eina vón um, at tað fer at eydnast at gera eina semju áðrenn so øgiliga langt er liðið.

Tað eru støðugt fleiri sum ásanna, at tað bara er við at gera semjur, at vit kunnu vinna sigrar. At vit, í staðin fyri at standa og gløða niður í gjónna, mugu byggja ein brúgv tvørturum hana."

 

Stjórnarskipan - brúgvin

Henda røða skapti stóra misnøgd millum summi tjóðveldisfólk - men onnur vóru positiv.

Tí virkaði eg sambært hesi hugsan, tá eg saman við øðrum - ikki minst eldsálini Poul Michelsen! - arbeiddi við stjórnarskipan Føroya.

 Tað eydnaðist ótrúliga væl. Vit fingu semju um eitt sjálvstøðugt grundarlag undir okkara fólkaræði, sum m.a. segði, at:

- Alt vald í Føroyum er hjá frá Føroya fólki. 

- Danska grundlógin virkar í Føroyum, men bara soleiðis og so leingi, sum vit vilja hava hana at virka.

- Eingin lóg kann verða sett í gildi fyri Føroyar uttan Løgtingsins samtykki. 

- Heimastýrislógin ikki er ein donsk delegatión av heimildum, men ein sáttmáli millum tveir partar. Ein sáttmáli sum vit virða, men eisini hava rætt at siga upp.  

- Føroyingar hava óskerdan sjálvsavgerðarrætt. 

- Føroyskt er tjóðarmál og alment mál.

Harumframt vóru góðar ásetingar um mannarættindi og mangt annað.

 

Brend brúgv

Hetta var eftir mínum tykki tann brúgvin, sum kundi sameina flokkarnar í Føroyum. Men brúgvin bleiv brend. Og øll vita, hvør brendi hana.

Eg gjørdi tað eg kundi til tess at broyta støðu Tjóðveldisins, men leiðslan var ikki til at vika.

Hvat var so at gera?

Skuldi eg geva meg undir leiðsluna í Tjóðveldinum í hesum máli, og bara tiga við tí, eg helt vera rætt?

Ella skuldi eg fara í opið stríð móti leiðsluni í mínum egna flokki? Eg, sum havi tosað so nógv um floksdisiplin?

Nei. Har var einki at gera. Eg mátti velja millum at fylgja mínum flokki - ella fylgja míni meining. Hóast avgerðin var sera trupul, var hon einføld.

Vel politikk - ikki flokk
Eg fór seinni uppí Javnaðarflokkin. Ikki bara tí hann tók fult undir við stjórnarskipanini, men eisini tí vit hava verið samd um næstan øll týðandi mál farnu árini. Og eg eri 100% samdur við Javnaðarflokkin um, hvussu fólkatingssessurin skal nýtast.

Nógv siga, at eg nú havi mist alt mítt trúvirði. Men sannleikin er, at eg havi fylgt míni sannføring. Hevði eg hinvegin stillað upp fyri Tjóðveldi aftur, hevði eg absolutt einki trúvirði havt. Tí so hevði alt snúð seg um flokkin - og ikki politikkin. So hevði eg verið reinur breyðpolitikari.

 Politikkur skal snúgva seg um meiningar - ikki flokkar.

Eg skilji væl, at nógv eru bæði vónbrotin og ill. Men eg vóni eisini, at tey skilja mína støðu.

Til endans vil heita á øll um at hava í huga, at tað er altso ikki flokkurin, sum er avgerandi. Tað er ikki spjaldrið. Tað er innihaldið.

Tí eiga tey, sum taka undir við uppskotinum um føroyska stjórnarskipan, ikki at velja teir flokkar, sum forkomu uppskotinum.