Tíggju ár eftir makrelstríðið er ríkisfelagsskapurin aftur í eini løgnari støðu, har Danmark kann enda við at revsa Føroyar. Danska stjórnin skal ikki lata seg trýsta av einum sjálvrættvísum ES.
Í kronikki í danska netmiðlinum Altinget í dag, varpar Sjúrður Skaale ljós á, at ES-kommisiónin í farnu viku legði fram uppskot um at herða galdandi revsimøguleikar á fiskiveiðuøkinum, soleiðis at harðari revsitiltøk kunnu setast í verk mótvegis triðjalondum, ið sambært ES reka fiskiveiðu á óburðardyggan hátt.
Sambært fólkatingsmanninum kann talan næstan gerast um eitt makrelstríð 2.0, sum avdúkar serstøku avbjóðingina í ríkisfelagsskapinum: at Føroyar eru uttanfyri, meðan Danmark sum ES-limur noyðist at virða avgerðirnar úr Brússel. Hann vísir eisini á, at herðingin hjá ES serliga snýr seg um Føroyar, tí strandalondini enn ikki eru vorðin samd um býti av uppsjóvarfiski.
Sjúrður Skaale finst í greini eisini at ES fyri at taka sær rættin at skilmarka, nær Føroyar ber seg ábyrgdarfult og burðardygt at. Og spyr um tað ikki var júst hetta sjálvrættvísi, sum var orsøkin til makrelstríðið og aðrar ósemjur millum partarnar:
- Ein kann heldur spyrja, um tað var burðardygt, tá hollendski forsætisráðharrin í 2017 ringdi til føroya løgmann og legði trýst á hann, um ikki at seta í verk fiskivinnunýskipanina.
- Ella um tað yvirhøvur er burðardygt, at ES á hvørjum ári tilognar sær fiskikvotur í Afrika, og sostatt útflytir trupulleikan við ovurfisking til triðjalond, og samstundis herðir revsimøguleikarnar mótvegis somu triðjalondum.
At enda ásannar fólkatingsmaðurin, at Føroyar hava eina stóra ábyrgd at umsita havsins tilfeingi burðardygt, sama hvat ES hevur gjørt ella ger. Men samstundis spyr hann um tað er rímiligt, at ES bæði er lóggevi, politistur og dómari á hesum økinum.
Seinast tað kom til skarpskeringar millum partarnar, vísti tað seg, at føroyingar høvdu rætt, og at revsiátøkini vóru órímilig. Og lítið talar fyri, at ES umsitur sínar fiskastovnar betri og burðardyggari enn føroyingar. Tað eiga allir partar at hava í huga, nú nýggj revsiátøk kunnu vera ávegis.
Greinin í Altinginum kann lesast her
Javnaðarflokkurin á fólkatingi