Seinastu árini hevur Sjúrður Skaale fleiri ferðir heitt á danska løgmálaráðið um at broyta treytirnar fyri føroyingar, sum noyðast til Danmarkar at sita dóm. Ítøkiliga hevur fólkatingsmaðurin ynskt, at treytirnar skulu taka hædd fyri, at føroyskir fangar eru langt burturi frá familju og avvarðandi og tí ikki hava somu møguleikar fyri útgongd og vitjan. Løgmálaráðharrin er nú sinnaður at seta fleiri stig í verk.
Í svarinum til fólkatingsmannin upplýsir Peter Hummelgaard, danskur løgmálaráðharri, at fleiri stig nú verða sett í verk, soleiðis at treytirnar hjá føroyskum fangum í Danmark í størri mun endurspegla tann “eyka dóm”, sum tað hevur við sær, at sita dóm so langt burturi frá familju og avvarðandi.
Ítøkiliga snýr tað seg millum annað um, at danska kriminalforsorgin nú hevur útnevnt ein serfrøðing við vitan um føroyskar fangar og viðurskifti, sum skal samskipa arbeiðið millum føroysku og donsku kriminalforsorgina og taka sær av ítøkiligum málum, sum hava við føroyskar fangar í Danmark at gera.
Harumframt er avtala komin í lag við Føroyahúsið í Keypmannahavn um, at føroyskir fangar, sum ikki hava onnur at fara til, nú kunnu avvikla sína útgongd í Føroyahúsinum eftir avtalu. Og føroyskir fangar í Danmark kunnu nú vænta, at tað fer at vera lættari at fáa vitjan úr Føroyum, og at vitjandi familja og avvarðandi fara at kunna vitja oftari og longri, tá tey koma til Danmarkar:
- Hetta seinasta eri eg ógvuliga glaður fyri, sigur Sjúrður Skaale.
- Eg havi fleiri ferðir upplivað, at avvarðandi venda sær til mín í neyð, tí at tey ikki kunnu vitja sín son, beiggja, pápa, systur ella dóttur meira enn eina ferð um vikuna. Vit tosa altso um fólk, sum mugu brúka nógva tíð og pengar fyri at koma úr Føroyum til Danmarkar, fyri síðani bert at sleppa at vitja eina ferð, tí tað er soleiðis reglurnar fyri vitjandi í donskum fongslum eru. Nú verður hetta vónandi broytt, so tað endurspeglar, at flestu føroysku fangar í donskum fongslum eru staddir langt heimanifrá.
Í svari sínum sigur Peter Hummelgaard, at broytingarnar verða settar í verk undir fyrra hálvári í 2025, og broytingarnar eisini leggja upp til, at føroyskir fangar í Danmark – uttan mun til, um teir hava børn ella ikki – sum útgangstøði fara at kunna fáa vitjan í eini vitjanaríbúð, umframt at kriminalforsorgin fer at dekka nakað av útreiðslunum til telefonsamrøður til Føroya.
Ein serlig vegleiðing til starvsfólk og føroyskar fangar og teirra avvarðandi, sum lýsir øll hesi stigini verður eisini gjørd í 2025.