Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur í avtalu um donsku fíggjarlógina tryggjað fýra føroyskum verkætlanum fígging fyri samanlagt 34 mió.kr.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur í avtalu um donsku fíggjarlógina tryggjað fýra føroyskum verkætlanum fígging fyri samanlagt 34 mió.kr.
Pengarnir fara til nýggja sjósavnið, Pakkhús 18 á Tvøroyri, føroyska heimildarfilmsframleiðslu og Tjóðsavnið.
Talan er bæði um verandi verkætlanir, sum nú koma á mál, og um heilt nýggjar verkætlanir.
15 mió.kr. til Føroya Sjósavn frá 2026-2028
Í fjørð gjørdi Sjúrður Skaale avtalu um 20 mió til nýggja sjósavnið í Havn. Játtanin var treytað av, at restin av fíggingini kom uppá pláss í 2024, og skuldi so rindast frá 2025 og fram – annars skuldu pengarnir fella burtur.
Tað hevur tíverri ikki eydnast at finna restina av fígginini, men samráðingar eru við fleiri partar, og til tess at bøta um møguleikarnar fyri at tær eydnast, hevur Sjúrður gjørt somu avtalu einaferð enn: 15 milliónir falla til gjaldingar frá 2026 og trý ár fram treytað av, at leiðslan fyri verkætlanini fær restina av fíggingini uppá pláss áðrenn eitt ár er farið. Eydnast tað ikki, verða tær 15 milliónirnar frá danska statinum ikki rindaðar.
- Vit liva ikki bara, sum skaldið sigur, 'mitt i sjónum', vit liva eisini av sjónum. Tí er meira upplagt í Føroyum enn nakra aðrastaðni at hava eitt stað, har lívið í sjónum verður sýnt fram, og sum kann hýsa altjóða gransking um hetta. Tí vil Javnadarflokkurin einaferð enn royna at skumpa undir verkætlanina um eitt framkomið Sjósavn í Føroyum, hóast tað tekur tíð at fáa fíggingina uppá pláss, sigur Sjurdur Skaale.
3 mió.kr. til at gera Pakkhús 18 liðugt
Í 2020 fekk Sjúrður avtalu í lag, sum tryggjaði 11 mió. kr. til at umvæla og umbyggja Pakkhús 18 á Tvøroyri til eitt savnshús, sum lýsir Tvøroyra og Føroya søgu.
- Verkætlanin er dýrkað nakað orsakað av óvanligu príshækkanini seinastu árini, men við nýggju avtaluni kann savnið loksins gerast liðugt, og hesin parturin av gomlu handilshúsunum hjá Thomsen er nú framtíðartryggjaður, sigur Sjúrður Skaale.
10 mió.kr. til føroyska filmsframleiðslu (Norddok)
Saman við Onnu Falkenberg og IA úr Grønlandi hevur Sjúrður eisini gjørt avtalu um samanlagt 30 mió.kr. til at halda fram við Norddok filmspuljuni, sum stuðlar framleiðslu av heimildarfilmum um Føroyar og Grønland.
- Eg tók sjálvur vegna Javnaðarflokkin stig til hetta fyri nøkrum árum síðani, og úrslitið er eins gott og eg hevdi vónað. Fleiri filmar eru komnir burturúr, og fleiri eru a veg. Tí stuðlar Javnaðarflokkurin undir, at hetta heldur fram. Men vónin er sjalvandi, at føroyingar sjálvi seta meiri pening av til føroyska filmsframleiðslu, sigur Sjúrður Skaale.
6 mió.kr. til føroyska náttúrugransking og skráseting
Við fíggjarlógaravtaluni er eisini lagt upp til, at Tjóðsavnið fær 6 mió. komandi fýra árini til at luttaka í CAFF arbeiðsbólkinum undir Arktiska ráðnum. Endamálið er m.a. at savna inn og skráseta vitan um plantu og djóralív í Føroyum, sum í løtuni ikki er nóg umfatandi til at kunna samanberast við vitanina í øðrum arktiskum londum. Fíggingin er treytað av, at avvarðandi myndugleiki í Føroyum tekur undir við verkætlanini.