Fólkatingslimurin fyri Javnaðarflokkin, Sjúrður Skaale, hevur verið í donsku miðlunum dag og dagliga í síðstuni. Á yvirlitinum niðanfyri síggja tit nøkur dømi um miðlaumrøðu
Seinastu vikurnar hevur Sjúrður Skaale fingið óvanliga nógvar fyrispurningar frá donsku miðlunum.
Fyrst vildu miðlarnir hoyra um avgerðina hjá norðuratlantisku fólkatingslimunum um at stuðla donsku stjórini við at atkvøða ímóti einum misáliti á Lars Aagaard, orkumálaráðharra.
Men við eini kronikk í Weekendavísini vendi Sjúrður Skaale øllum kjakinum og setti eina nýggja dagsskrá: Ríkisfelagsskapurin má endurnýggjast, so Føroyar fá størri heimildir.
Í kronikkinini staðfestir hann, at hansara vald á fólkatingi kann sigast at vera »illegitimt« – og at føroyingar í framtíðini kanska ikki burdu sitið har.
Hetta vakti ans, og donsku miðlarnir endaðu við at standa í kø fyri at fáa eina viðmerking frá føroyska fólkatingsliminum, sum harvið eisini fekk høvi at verja sína avgerð um at stuðla stjórnini.
Les kronikkina í Weekendavísini her: https://www.weekendavisen.dk/2025-17/opinion/min-magt-er-illegitim
Onnur dømi um miðlaumrøðuna seinastu dagarnar:
Altinget: https://www.altinget.dk/artikel/dkpol-en-faering-lagde-en-bombe-under-rigsfaellesskabet
Berlingske: https://www.berlingske.dk/politisk-morgenpost/i-2021-problematiserede-han-at-han-kunne-saette-sin-stoette
DR P1, Orientering: https://www.dr.dk/lyd/p1/p1-orientering/p1-orientering-2025/onsdag-23-apr-2025-11802510173
Zetland: https://www.zetland.dk/historie/s3qqcsae-aopXLwdn-f7507
Radio4: https://radio4.dk/podcasts/radio4-morgen/fik-du-h-rt-f-r-sk-folketingsmedlem-er-imod-sit-eget-mandat
Ritzau (Berlingske): https://www.berlingske.dk/politik/faering-i-folketinget-forsvarer-stemme-for-aagaard-der-er-intet-unikt-i
Weekendavisen: https://www.weekendavisen.dk/2025-17/samfund/omvendt-parlamentarisme
Weekendavisen: https://www.weekendavisen.dk/2017-17/samfund/skaaletale
TV2: https://nyheder.tv2.dk/politik/2025-04-23-faeroesk-politiker-vil-afskaffe-nordatlantiske-mandater
TV2: Besserwisserne (Sæst á TV2 Play)
TV2: News & Co. (Sæst á TV2 Play)