Dagurin endaði við, at ársins røða varð heiðrað, sum í ár var røðan hjá Sjúrða Skaale, sum hann helt undir fólkatingsins endanarorðaskifti í ár.
Dómsnevndin var mannað við Anita Furu, røðuskrivara og rithøvundi, Kristian Andersen, blaðstjóra á Altinget, Bodil-Marie Gade, forkvinnu í Retoriklærarafelagnum, Jesper Troels Jensen, formanni í Danske Taler, Christine Ravn Lund, forkvinnu í Dansk Ungdoms Fællesråd og Kell Jarner Rasmussen, stjóra í Rhetor.
Í takkartalu síni segði fólkatingsmaðurin m.a
* Tann, sum skal skriva, má lesa.
* Hættisliga antizionisman breiðir seg úr Miðeystri til Europa.
* Sonevnda “Pro-Palestina” rørslan er so víðgongd, at hon fær vanligan kritikk av Ísrael at tagna.
* Iran steðgar ikki, um / tá tað eydnast at strika Ísrael av kortinum.
* Vit mugu ansa eftir ikki at gerast ein spegilsmynd av myrkursins kreftum.
Takkartalan sæst við at trýsta á leinki:
Takkartala