Sjúrður Skaale hevur sett undirvísingarmálaráðharranum, Christine Antorini soljóðandi § 20 spurning.
Til undirvísingarráðharran Christine Antorini at svara skrivliga.
»Heldur ráðharrin, at tað er í tráð við danska statsborgaraskapin hjá føroyingum, at føroysk lesandi ikki verða sædd sum danskir statsborgarar, men sum útlendingar, tá tey skulu søkja um pláss á skúlaheimum, og harvið verða verri stillað fíggjarliga enn aðrir danskir statsborgarar?«
Grundgeving fyri spurninginum:
Føroyingar eru danskir statsborgarar og hava tí havt møguleika at søkja um uppihald á skúlaheimum í sambandi við útbúgvingar í Danmark á jøvnum føti við allar aðrar danskarar.
Men nú hava hesi føroysku framtíðar lesandi fingið noktandi svar uppá teirra umsókn um uppihald á skúlaheimum við teirri grundgeving, at tey verða sædd sum útlendingar. Harvið verða hesi føroysku lesandi nú sett í eina torføra fíggjarliga støðu, og tey skulu nú rinda 8.100 kr um mánaðin fyri teirra uppihald á skúlaheiminum.