Tíðindi10. januar 2012

Spurningur til danska løgmálaráðharran um arrestina í Føroyum

Undanfarna stjórnin í Danmark hevði ætlanir um at skerja játtanina til løgregluna í Føroyum og Grønlandi við knøppum 17 milliónum tilsamans. Hetta stendur eisini í framskrivaðu fíggjarlógini, sum orskaða av danska stjórnarskiftinum verður galdandi til 20. januar.

Undanfarna stjórnin í Danmark hevði ætlanir um at skerja játtanina til løgregluna í Føroyum og Grønlandi við knøppum 17 milliónum tilsamans. Hetta stendur eisini í framskrivaðu fíggjarlógini, sum orskaða av danska stjórnarskiftinum verður galdandi til 20. januar.

Sjúrður Skaale hevur tikið málið upp við løgmálaráðharran, Morten Bødskov, og á fundi í gjár fekk hann vissu fyri, at eingin sparing verður. Í fíggjarpolitisku semjuni, sum nýggju stjórnarflokkarnir hava gjørt, er sparingin strikað. Tað merkir at í fíggjarlógini, sum nýggju stjórnarflokkarnir hava gjørt semju um, og sum verður samtykt 20. januar, verður upphæddin til løgregluna í Føroyum tann sama sum í fjør.

 

Men kortini eru trupulleikar á hesum øki – ikki minst viðvíkjandi føroysku arrestini. Á fundinum vóru hesi viðurskifti eisini viðgjørd.

Sjúrður Skaale vísti á teir trupulleikar sum standast av, at einans 11 pláss eru í føroysku arrestini. Avleiðingin av hesum er lutvíst, at langur bíðilisti er til at sleppa inn at sita í Føroyum, og lutvíst at fangar, sum einans sita varðhaldsfongslaðir og ikki hava fingið dóm, stundum verða sendir til Danmarkar at sita. Tað er komið fyri, at føroyingar, sum eru ósekir, í langa tíð hava sitið millum fangar, ið hava framt álvarsaman kriminalitet. M.a. var málið um Jan Erik Dyrhuus Poulsen, sum í fjør sat drúgva tíð ósekur í Vestre Fængsel tikið fram. 

Hetta er ikki bara menniskjaliga skeivt – tað er eisini í stríð við endamálið í § 770 í donsku rættargangslógini sum sigur, at varðhaldsfangar, sum bíða eftir dómi, tá tað ber til, eiga at sita í eini arrest, ið er tætt við har sum teirra mál verða viðgjørd.

Á fundinum kom fram, at eingin ætlan fyriliggur um, hvussu hetta málið skal loysast, og til tess at fáa tað á dagsskrá hevur Sjúrður Skaale nú sett løgmálaráðharranum ein formligan spurning um málið.

 

Spurningurin, sum Sjúrður í dag hevur sett løgmálaráðharranum, er soljóðandi:

»Hvad vil ministeren gøre for at sikre flere pladser i arresten på Færøerne, således at ventetiden for at afsone straf på Færøerne kan bringes ned og færøske varetægtsfanger slipper for at blive overført til Danmark, og retsplejeloven dermed overholdes?«

 

Viðmerkingarnar til spurningin ljóða soleiðis:

»Der er kun 11 pladser i arresten på Færøerne. Det er naturligvis for lidt, og konsekvensen er både lang ventetid for at afsone straf, og at varetægtsfanger, pga. pladsmangel, bliver overført til Danmark.

Situationen gør det, i nogle tilfælde, umuligt at overholde retsplejelovens bestemmelse om, at varetægtsfængslede så vidt muligt skal anbringes i arresthus på det sted, hvor sagen behandles.«