Tíðindi09. marts 2012

Sjúrður Skaale spyr um fiskivinnulógina

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, vil gjøgnum fiskivinnunevndina hava at vita frá Mette Gjerskov, matvøru- og fiskimálaráðharra, um hon kann vissa um, at føroyingar, sum liva og virka í øðrum londum, ikki verða fevndir av broytingunum, sum danir ætla at gera í teirra fiskivinnulóg.

Orsøkin er, at tað er komið fram, at uppskotið til broytingar í fiskivinnulógini, sum tað varð sett fram, kann hava við sær, at føroyingar, sum liva og virka í til dømis Noregi og Kanada, kunnu revsast í Danmark fyri sonevndan ÓÓÓ fiskiskap sum danskir ríkisborgarar, hóast teir ongantíð hava havt nakað við Danmark at gera.

- Føroyingar skulu ikki verða raktir av reinari danskari fiskivinnulóggávu, og tí er neyðugt at finna eina loysn, soleiðis at føroyingar, ið liva og virka í øðrum londum, ikki verða fevndir av broytingunum, sum danska stjórnin vil gera í fiskivinnulógina, segði Sjúrður Skaale til fyrstu viðgerð av uppskotinum til lógarbroytingina.

Sjálvur nevndarspurningurin er soljóðandi:

"Kan ministeren bekræfte, at færinger - dvs. danske statsborgerer, der er hjemmehørende på færøerne - ikki bliver omfattet af lovforslaget, uanset hvor de fisker, og at de heller ikke vil være omfattet, når de har midlertidig bolig i andre lands f.eks. Canada eller Norge.

Freistin at svara nevndarspurningum er 4 vikur.

Uppskotið um lógarbroyting i fiskivinnulógini (fiskeriloven) var til fyrstu viðgerð 1. mars og skal ætlandi til aðru viðgerð 14. apríl.