Tíðindi09. marts 2012

Sara Olsvig stuðlar Sjúrði í makrelmálinum

Grønlendski fólkatingslimurin úr IA, Sara Olsvig, hevur í skrivi boðað Sjúrði Skaale frá, at hon stuðlar honum í stríðnum ímóti tiltøkum frá ES í makrelmálinum.

Mynd: Rune Johansen

Grønlendski fólkatingslimurin úr IA, Sara Olsvig, hevur í skrivi boðað Sjúrði Skaale frá, at hon stuðlar honum í stríðnum ímóti tiltøkunum frá ES í makrelmálinum.

- Vit hava her eitt lítið samfelag í Norðuratlantshavi, sum sjálvandi hevur avmarkaðar møguleikar at breyðføða seg. Og so velur ES at seta hørð tiltøk í verk, og tað er ikki rímiligt, sigur Sara Olsvig við KNR.

Hon vísir somuleiðis á, at makrelurin hevur negativar avleiðingar á annað lív kring Føroyar, og tí skilur hon væl, at Føroyngar vilja hava størri part av makrelinum.

Meira kann lesast um støðuna hjá Saru Olsvig her: http://www.knr.gl/da/nyheder/ia-st%C3%B8tter-f%C3%A6ringer-i-makrelstrid-0