Tíðindi21. september 2012

Provokerandi fyrilestur hjá Sjúrði væl móttikin

Hóast veljarin varð illa viðfarin, so tóku nógvu áhoyrararnir væl ímóti fyrsta fyrilestrinum hjá Sjúrði Skaale, fólkatingslimi, á Fólkafundinum 2012. Í morgin hevur fólkatingsmaðurin fyrilestrar um Føroyar, sum í eygunum hjá amerikanum helst eru ein fótformað, flower power hippie-lega, og um tjóðskaparkensluna, sum ongin kann taka patent uppá.

"The Rumble in The Jungle" var fyrsta yvirskriftin á fyrilestri, sum Sjúrður Skaale helt á Fólkafundinum 2012 í dag klokkan 14:30.

Útgangsstøðið er, at politikkur er ein boksikampur, júst sum kendi nevaleikurin millum George Foreman og Muhammed Ali í Zaire í 1974: Politikarin boksar, veljarin verður boksaður. Men veljarin hevur sjálvur skuldina, hann boksar ikki aftur.

Fyrilesturin var sera væl móttikin av teimum mongu, serliga miðnámsskúlanæmingunum, sum høvdu leitað sær inn í skúlastovuna hjá Javnaðarflokkinum í Hoyvíkar Skúla.

Í morgin verða tveir fyrilestrar. Klokkan 16:00 er spurningurin, um Føroyar í veruleikanum ikki er ein fótformað, flower power hippie-lega, og klokkan 17:30 snýr tað seg um tjóðskaparkensluna, sum ongin kann taka patent uppá.

Harafturat hevur Sjúrður Skaale bás í Hoyvíkshøllini, har til ber at kunna seg um virksemið hjá Sjúrði.

Sí myndirnar frá Fólkafundinum her: