Lesarabræv15. september 2011

Politiskt blackmail

Kann mann selja sína atkvøðu á uppboðssølu til tann, sum bjóðar mest?

Nakrir flokkar siga, at teir ætla sær hvørki at stuðla reyða- ella bláa blokki í Danmark. Í staðin skulu teir í hvørjum einstøkum føri vita, hvussu mest ávirkan fæst fyri atkvøðuna.

Lat okkum ímynda okkum støðuna:

Makrelmálið er fyri, og blái blokkur gevur Føroyum betri kor enn reyði blokkur. Altso: Tann avgerandi atkvøðan úr Føroyum tryggjar eina borgarliga danska stjórn.

So kemur spurningurin um OL-limaskap upp. Reyði blokkur vil gera meira fyri Føroyar enn blái blokkur. Og HEY - so fær Danmark eina nýggja javnaðarstjórn orsaka av avgerandi atkvøðuni úr Føroyum... 

Soleiðis kann mann - í teoriini - blackmaila seg til ávirkan.

Men ikki í praksis! Hetta er ov óseriøst! Tað hevði skapt kaos - og endin hevði verið, at eingin hevði viljað havt nakað við føroyska umboðið at gera. Viðkomandi hevði ONGA ávirkan fingið.

Ein politikari skal tryggja sær ávirkan við at skapa góð sambond og byggja upp álit.

Javnaðarflokkurin hevur longu verið í samand við komandi danska stjórnarflokkin um nøkur aktuel mál. Tey vita, at tey ikki fáa atkvøðuna fyri einki. Men tey vita eisini, at vit ikki fara at skapa rumbul og kaos.