Tíðindi03. november 2011

Norðurlendska Ráðharraráðið upp í ósemjuna um makrelin

Norðurlandaráðið hevur júst samtykt eitt uppskot um, at viðmæla Norðurlendska Ráðharraráðnum at leggja upp í makreltrupulleikan.

Norðurlandaráðið hevur júst samtykt eitt uppskot um, at viðmæla Norðurlendska Ráðharraráðnum at leggja upp í  makreltrupulleikan.

Uppskotið, sum er í trimum stigum, er soljóðandi:

 

»Norðurlandaráðið viðmælir Norðurlendska Ráðharraráðnum, at:

- raðfesta arbeiði við at finna eina loysn á støðugu ósemjuni um makrelfiskiskap í Norðuratlantshavi,

- styrkja vísindaliga grundarlagið undir metingini av, hvussu stórur makrelstovnurin er, og hvar hann heldur til

- koma við uppskotum um vinnuhættir, sum kunnu fremja eina burðardygga vinnu av pelagisku fiskasløgunum í norðuratlantshavi, og sum kunnu minka um vandan fyri stríði um fiskin.« 

Alt uppskotið kann lesast sum pdf-fílur her: http://www.norden.org/da/nordisk-raad/sagsarkiv/a-1540-miljoe

 

 

Umframt Sjúrð Skaale, sum í morgun talaði fyri uppskotinum, viðmæltu eisini svenska Cecilie Tenfjord-Toftby og íslendska Siv Friðleifsdóttir, at Norðurlandaráðið samtykti uppskotið. 

- Um vit halda á, sum nú, so vakna vit skjótt til eitt tómt hav - og hvør ynskir tað? segði Cecilie Tenfjord-Toftby millum annað. Eisini vísti hon á, at tá tað bar til at finna semjur um sildina og lodnuna, so má semja eisini kunna finnast um makrelin.

Íslendska umboðið, Siv Friðleifsdóttir førdi fram, at tað er av alstórum týdningi at finna eina loysn sum skjótast. Hon vísti á, at makrelurin í stóran mun nú ferðast øðrvísi, og at ásetingin av kvotum má endurskoðast, so ovurfiskiskapurin verður steðgaður sum skjótast.

Sjúrður Skaale tók undir við teimum báðum, og helt sjálvur eina talu um, at makrelkvotan má ásetast øðrvísi, nú makrelurin ferðast øðrvísi. 

Talan hjá Sjúrði kann lesast her: http://sjurdur.skaale.org/news-makrelsemjan+ma+byggja+a+annad+enn+sogulig+veidutol.htm