Tíðindi04. november 2011

Kanning av fangaflúgving í føroyskum loftrúmi

Sjúrður Skaale hevur í dag verið á fundi við danska uttanríkisráðharran Villy Søvndal.

Á skránni vóru uttanríkispolitisk viðurskifti sum heild, men serligur dentur varð lagdur á spurningin um illgrunan sum hevur verið um, at amerikonsk flogfør í sambandi við kríggini í Irak og Afghanistan hava flutt fangar gjøgnum grønlendskt og føroyskt loftrúm, og eisini hava lent í Grønlandi.

 

Semja er um, at DIIS (Dansk Institut for Internationale Studier) ger eina óhefta kanning av hesum, og Sjúrður Skaale hevur gjørt donsku stjórnina varðuga við, at hóast málið er meira viðkomandi fyri Grønland enn Føroyar, eigur ljós eisini at verða varpað á, um fangar eru fluttir gjøgnum føroyskt loftrúm.

 

Hetta hevur Sjúrður Skaale m.a. gjørt við støði í tí sonevnda Fámjinsskjalinum frá 29. januar 2005. Hetta er ein felagslýsing, sum løgmaður og danski uttanríkisráðharrin skrivaðu undir, og sum millum annað fevnir um at víðka luttøku og ávirkan Føroya á uttanríkis- og trygdarpolitisk mál. Í felagslýsingini eru hesi mál lýst soleiðis:

 

· I forvaltningen af udenrigs- og sikkerhedspolitiske spørgsmål af betydning for Færøerne er det naturligt, at Færøerne medinddrages og har medindflydelse.

· Der er tale om ægte medinddragelse og medindflydelse med sigte på ligeværdighed i alle spørgsmål hvor Danmark og Færøerne i fællesskab er inddraget.

 

Í kanningini, sum nú verður gjørd, fær DIIS víðar heimildir, sum m.a. fevna um atgongd til øll donsk skjøl málinum. Bæði yvirlit yvir allar flúgvingar í viðkomandi tíðarskeiði, og øll skjøl – eisini trúnaðarskjøl – sum eru skrivað í donskum ráðharrastovum og kunnu verða viðkomandi fyri máli. Hetta fevnir eisini um notat frá samrøðum millum danskar embætismenn og / ella politikarar, og samrøðum millum danskar og amerikanskar embætismenn og / ella politikarar.

 

Kanningin fer ikki at fevna um avhoyringar av persónum, og endamálið er ikki at plasera ábyrgd, men at lýsa málið.

 

Kanningin er púra óheft. Men tá hon er liðug verður hon kortini fyrst lisin av stjórnini, og eru trúnaðarupplýsingar, sum kunnu skaða trygdarstøðuna, verða teir afturhildnir áðrenn kanningin verður almannakunngjørd. Hendir tað verður kunnað um, at tilfar er tikið burtur, og hvat fyri tilfar talan er um.

 

Kanningin fevnir um grønlendskt og føroyskt loftrúm, men orsakað av illgrunanum um lendingar í Grønlandi, fer Grønland at útnevna ein av persónunum, sum skulu standa fyri arbeiðinum.

 

Føroyskir myndugleikar kunnu eisini útnevna ein persón – alla tíðina ella ein part av tíðini - at verða við í arbeiðinum til tess at tryggja, at atlit verða tikin til føroysk áhugamál. Ynskja føroyskir myndugleikar tað, skulu teir sjálvir rinda samsýningina hjá viðkomandi.

 

Ætlanin er, at frágreiðingin skal vera liðug 1. Mai 2012.