Sjúrður Skaale
Lesarabræv12. september 2011
Sjúrður Skaale

Kann ein komikari sita á fólkatingi?

Trupult er at verja tað, sum ikki kann verjast

Tað er trupult at verja tað, sum ikki kann verjast. Til dømis tað, at fólk sita á løgtingi og á fólkatingi í senn.

Eitt valevni roynir seg nú við at spyrja, hví tað ikki er í lagi at vera løgtingslimur og fólkatingslimur í senn, tá tað er í lagi at vera løgtingslimur og komikari í senn.

Hvønn viðkomandi sipar til, er eyðsýnt.

Eg havi fingist við undirhald í mong ár. Bæði tá eg var lesandi, journalistur, lærari og nú, meðan eg eri politikari.

Men tað er ikki eitt starv. Tað er eitt frítíðarítrív. Har er eingin føst arbeiðstíð.

Skalt tú røkja starvið á fólkatingi til lítar, mást tú brúka tína arbeiðstíð til tað. Tú mást møta upp til fundir og tiltøk. Tú mást kunna vera burtur í dagavís. Og tú mást kunna fara til Danmarkar við stuttum skotbrá.

Og tað BER IKKI TIL, um tú samstundis skalt røkja ein løgtingssess til lítar.