Sjúrður Skaale hevur í dag sett soljóðandi §20 spurning til danska fiskimálaráðharran, Mette Gjerskov:
Sjúrður Skaale hevur í dag sett soljóðandi §20 spurning til danska fiskimálaráðharran:
»Hvørja hugsan hevur ráðharrin um uppskotið, sum varð samtykt í Norðurlandaráðnum 3. november, og sum sigur, at norðurlendsku londini skulu leggja uppí, fyri at finna eina loysn á stríðnum um makrelfiskiskapin?«
Grundgevingin er soljóðandi:
Norðurlandaráðið samtykti 3. november 2011 eitt nevndaruppskot um, at norðurlond skulu leggja uppí fyri at loysa stríðið um makrelfiskiskapin. Í uppskotinum viðmælir Norðurlandaráðið Norðurlendska Ráðharraráðnum millum annað at raðfesta arbeiðið við at finna eina loysn í makrelstríðnum, at styrkja vísindaliga grundarlagið í metingini av støddini av makrelstovninum og ferðamynstrinum hjá makrelinum, at koma við uppskotum til eina fyrisetingarskipan og at minka um vandan fyri stríðið um makrelin.