Tíðindi06. oktober 2011

Formaður í Føroyanevndini

Javnaðarflokkurin eigur nýggja formannin í Føroyanevndini á Fólkatingi. Tað er greitt, eftir at stjórnin í gjár lutaði nevndarsessir út

- Eg fór eftir formannssessinum í Føroyanevndini - og fekk hann!

Føroyanevndin arbeiðir í høvuðsheitum við evnum, ið snúgva seg um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar, t.d. lógararbeiði, yvirtøkumálum, blokkinum og øðrum økjum, sum føroyingar framvegis ikki hava yvirtikið. Nevndin fylgir øllum málum, sum hava ávirkan á og týdning fyri Føroyar. Herundir eisini ES-málum og forhandlingum um til dømis fiskirættindi og grindadráp.

Nevndin hevur ikki fastar fundartíðir, men kemur saman tá tað av ymsum orsøkum verður mett at vera neyðugt. Nevndin kann eisini, umframt sjálv at viðgera mál, seta skrivligar fyrispurningar til ymsu ráðharrarnar.