Sjúrður Skaale
Lesarabræv21. november 2011
Sjúrður Skaale

Føroyskur flatskattur - donsk lántøka

Eg taki ikki undir við, at danir skulu læna pengar, so samgongan kann fíggja sín flatskatt. Og eg giti, at hetta verður trupult at fáa semju um. Men sum føroyskur fólkatingsmaður má eg virða tær avtalur, sum landsstýrið ger við donsku stjórnina

Eftir eitt innslag í Degi og Viku fríggjakvøldið hava fleiri havt at mær, tí eg ætli at atkvøða fyri eini semju millum landsstýrið og donsku stjórnina um hægri blokk, um henda semja verður partur av donsku fíggjarlógini. 

Eg skal tí greiða frá orsøkini:

Javnaðarflokkurin segði púra greitt í valstríðnum, at vit IKKI ætlaðu at draga føroyskan partapolitikk niður á Christiansborg. Hinvegin lovaðu vit, at vit í okkara virki á Fólkatingi skuldu virða tann meirilutan, sum situr í Føroyum.

Nú hendi tíverri tað eftir løgtingsvalið, at Føroyar fingu mest reaktioneru samgongu, vit nakrantíð hava havt. Tað haldi eg sjálvsagt sera lítið um.

Men í mínum starvi á fólkatingi má eg kortini virða henda veruleika. Eg kann ikki gjøgnum fólkatingið fara í víggj ímóti tí demokratiska meirilutanum í Føroyum. Okkara innlendis partapolitiska stríð skal eftir mínum tykki førast í Føroyum - ikki í Danmark.

 

Partur av fíggjarlógini

Annars er at siga, at ein møgulig semja um hægri blokk IKKI kemur til atkvøðugreiðslu fyri seg. Semjan kemur einans í fólkatingssalin sum ein partur av donsku fíggjarlógini. Eg hevði sostatt bara kunnað atkvøtt ímóti við at atkvøtt ímóti allari fíggjarlógini.

Og tað hevði absolutt ongan mun gjørt. Tað er vanligt í Danmark, at fíggjarlógin verður samtykt við sera stórum meiriluta. Tvs. at tá samráðingarnar eru lidnar, so virða øll úrslitið. Eisini tey, sum sita í minniluta. Og tað er longu greitt, at Venstre fer at stemma fyri hesaferð.

Eg stemmi eisini fyri donsku fíggjarlógini. Tað geri eg m.a. fyri at virða úrslitið av teimum tingingum, sum eg sjálvur havi við danskar ráðharrar - m.a. um ætlaðu sparingarnar innan løgregluna í Føroyum.

Men eg geri tað eisini fyri at virða úrslitið av teimum samráðingum, sum verða millum Danmark og Føroyar um blokkin. Tað haldi eg, at eg sum føroyskt fólkatingsumboð eigi at gera.

Eg sigi sjálvsagt eisini - á røttum stað - mína erligu meining um ætlanina at hækka blokkin. Men eg geri samstundis púra greitt, at hetta er eitt mál millum landsstýrið og donsku stjórnina.

 

Føroyskur flatskattur - donsk lántøka

Sum Søren Espersen segði í útvarpinum í gjár, er helst undirtøka í Danmark fyri at tiðna blokkin.

Men um tað fer at eydnast landsstýrinum at HÆKKA blokkin, er helst ivasamt.

Fastfrystingin byggir jú á avtalur, sum eru gjørdar á hvørjum ári í eini níggju ár. Eitt samt løgting hevur í flestu førum staðið aftanfyri. At uppsiga slíkar avtalur við afturvirkandi kraft er sera óvanligt - og ið hvussu er hevur landsstýrið ikki krav uppá nakað.

Danski fíggjarmálaráðharrin kann heldur ikki bara taka nærum 200 milliónir úr statskassanum. Hann er jú skralltómur. Pengarnir mugu lænast.

Undir slíkum umstøðum er ikki ósannlíkt, at danska stjórnin fer at hyggja at, hvat pengarnir skulu brúkast til. Og so er spurningurin, um hon vil fíggja føroyskan flatskatt við danskari lántøku...

Eg veit tað ikki. Og tað er ikki mítt borð. Eg kann bara hugsa mær, at samráðingarnar verða truplar.

Men uttan mun til hvat úrslitið verður, hevði tað verið púra skeivt av mær sum føroyskum fólkatingsmanni at atkvøtt ímóti eini avtalu, sum Føroya Landsstýri ger.