Tíðindi10. november 2012

Føroyingar fáa aftur rætt til familjuveitingar í Danmark

Í dag varð avtala gjørd á fólkatingi, sum tryggjar føroyingum í Danmark fullan rætt til familjuveitingar.

Í dag varð avtala gjørd á fólkatingi, sum tryggjar føroyingum í Danmark fullan rætt til familjuveitingar.

Føroyingar høvdu henda rætt inntil fyrrverandi danska stjórnin samtykti eitt upptjeningsprinsipp, ið hevur rakt fleiri føroyskar barnafamiljur, ið fóru til Danmarkar at búgva. Hetta hevði við sær, at mann skal hava búð í 2 ár í Danmark - innanfyri tey seinastu 10 árini - fyri at hava rætt til fulla familjuveiting. Hetta gjørdi eisini at einligir forsyrgjarar úr Føroyum, sum høvdu havt rætt til dupultan lestrarstudning, mistu henda rætt.

Lógarbroytingin rakti fleiri rættiliga meint, og var eisini brot á siðvenjuna sum er, at føroyingar og  danir hava full rættindi londunum hvør hjá øðrum.

Tí tók Aksel Johannesen málið upp á fólkatingi, tá hann hevði sætið í vár, og Sjúrður Skaale hevur síðani tingast víðari við donsku stjórnina. Í juni var ein fyribilsavtala gjørd, og Sjúrður hevur eisini tingast við donsku stjórnina um málið í sambandi við donsku fíggjarlógina, sum skal viðtakast í næsta mánað.

Tað hevur verið eitt sindur óvist hvussu tað fór at enda, men í dag kom tað endaliga uppá pláss, tá tað gjørdist partur av eini avtalu millum donsku stjórnina og hennara stuðulsflokk á fólkatingi. Talan er ein um eina undir-avtalu í sambandi við samráðingarnar um donsku fíggjarlógina. 

Øll avtalan sæst her.