Sjúrður Skaale
Lesarabræv24. november 2011
Sjúrður Skaale

Edmund og hansara spøkilsi kunnu ikki vera í ordan

Ætlanin hjá BADH-samgonguni er at taka frá lágløntum og pensionistum, og geva háløntum. Men hvussu kunnu tey krevja, at eg skal hótta donsku stjórnina til at fíggja hendan asosiala grammleikan?

Fyrr stóð navnið Edmund Joensen ikki so ofta undir lesarabrøvum í bløðunum.

Men tá hann varð valdur á fólkating, fóru brøvini at streyma frá honum. Fleiri undraðust - og onkur helt seg kenna skrivingarlagið aftur.

Og ein dagin endaði galið. Ein maður, sum Edmund keypti síni lesarabrøv frá, sendi eitt bræv til floksskrivstovu Sambandsfloksins. Maðurin bað skrivaran varpa tað víðari til miðlarnar - við hesi áminning: "Minst til at sletta míni spor". Men áminningin endaði eisini hjá miðlunum!

Síðani er maðurin ofta bara kallaður Harra SMS (Sletta Míni Spor).

Maðurin bleiv eisini avdúkaður í einum øðrum føri, tá hann í tí dulda arbeiddi fyri Anfinn Kallsberg.

Farnu árini hevur hepnast betur hjá Harra SMS at sletta sporini.

Um harra SMS framvegis er sami maður veit eg ikki - men roknskapur Sambandsfloksins á Fólkatingi vísir ið hvussu er, at viðkomandi ikki er bíligur í drift!

Á enskum verða menn sum Harra SMS nevndir "Ghost Writers", ella spøkilsisritarar. 

Og mikudagin er tað so enn einaferð eg, sum verið viðgjørdur av spøkilsisritaranum hjá Edmundi. 

 

Størsta forðingin...

Nú er tað so, at samgongan ætlar at sundurliða okkara samhaldsfasta samfelag, og í staðin skapa eitt stættarsamfelag. Ætlanin er í trimum:

- Veldugir skattalættar skulu gevast teimum hægst løntu.

- Størri byrðar skulu leggjast á tey lægst løntu.

- Takast skal frá pensiónistum.

Men tað, sum tikið verður frá teimum á niðastu rók, er ikki nokk til at fíggja tað, sum givið verður teimum á ovastu rók.

Tann asosiala umskipanin av Føroyum fer at kosta fleiri hundrað milliónir.

Tí skulu tær avtalur um blokkin, sum hesir somu flokkar hava gjørt við donsku stjórnina farnu nógvu árini, sigast upp við afturvirkandi kraft.

Sum flestu aðrir føroyingar haldi eg hetta vera bæði barnsligt og flovisligt.

Men Edmund og hansara spøkilsisritari halda, at eg skal leggja trýst á donsku stjórnina, fyri at fáa hana at ganga við til hetta. Ja, teir siga enntá, at eg havi "stóran part av ábyrgdini", um ætlanin ikki eydnast, og at eg eri "tann størsta forðingin fyri, at nóg mikið av inntøkum er til fígging av vælferðartænastum komandi árini".

Eg havi lagt eitt ávíst trýst á stjórnina í einum øðrum máli, har føroyingar hava góð og rímilig krøv. Men at halda, at eg skal hótta donsku stjórnina til at rinda fyri tann asosiala grammleikan hjá BADH samgonguni - tað er altso eitt sindur bláoygt. So frægt máttu bæði Harra SMS og Edmund kent mínar meiningar. 

Men sum eg havi sagt áður: Hetta er eitt mál millum landsstýrið og stjórnina - og úrslitið virði eg.