Danska stjórnin leggur stóran dent á, at ES ikki brýtur nakrar samtyktir, tá uppskotið um revsitiltøk móti Føroyum verður gjørt, sigur Mette Gjerskov, matvøru- og fiskimálaráðharri, í svari til teir mongu spurningar, sum Sjúrður Skaale herfyri setti donsku stjórnini. Spurningarnir skuldu varpa ljós á, at heimildarlógin, sum skal geva ES møguleika at seta tiltøk í verk móti Føroyum, helst er í stríð við aðrar viðtøkur í ES.
Sjúrður Skaale setti í farnu viku donsku stjórnini eina røð av spurningum um heimildarlógina, sum skal geva ES møguleika fyri at seta tiltøk í verk - millum annað ímóti Føroyum.
Høvuðsendamálið við spurningunum var at varpa ljós á, at partar av uppskotinum um heimildarlógina helst eru í stríð við viðtøkur, sum ES-londini sjálvi hava gjørt, til dømis í altjóða handilsfelagsskapinum WTO.
Orsøkin er, at heimildarlógin ikki bara tykist hava umhvørvispolitisk- men eisini handilspolitisk endamál: Ætlanin er ikki bara at verja makrelstovnin, men – fyrst og fremst – at verja ídnaðin í ES. Og tað er neyvan í samsvari við tað, sum ES-londini sjálv hava samtykt í WTO-høpi.
Hetta leggur eina serliga skyldu á Danmark, tí tað er Danmark, sum umsitur limaskap Føroya í WTO. Men hetta ger eisini støðuna trupla, tí vilja Føroyar senda WTO eina klagu um heimildarlógina, má tað helst vera Danmark, sum letur klaguna inn – samstundis sum tað m.a. er Danmark, sum partur av ES, ið klagað verður um.
Nú hevur Mette Gjerskov, matvøru- og fiskimálaráðharri, vegna stjórnina svarað spurningunum við hesum orðum:
”Regeringen lægger stor vægt på, at forslaget skal være i overensstemmelse med WTO-reglerne og FN’s Havretskonvention. Der pågår på nuværende tidspunkt en nærmere analyse af, hvorvidt sanktionsinstrumentet er foreneligt med EU’s internationale forpligtelser. Færøerne er omfattet af Danmarks medlemskab af WTO. Rigsfællesskabets interesser i WTO varetages af Danmarks regering. Det er for tidligt at forholde sig til en evt. klage til WTO fra Danmark på vegne af Færøerne”.
Sjúrður Skaale sigur tað í fyrstu atløgu vera nøktandi, at stjórnin leggur dent á, at uppskotið skal samsvara við nevndu reglur.
Sjúrður Skaale fer komandi viku til Bruxelles fyri at greiða m.a. donskum socialdemokratiskum limum í Europaparlamentinum frá hvussu týdningarmikið tað er, at teir í viðgerðini av hesum máli taka atlit til allan ríkisfelagsskapin.