Nú byrjar eitt skipað arbeiði fyri at beina burtur innanhýsis markaforðingar (dk: "grænsehindringer") millum Føroyar, Danmark og Grønland.
Hetta er greitt, eftir at føroysku fólkatingslimirnir, Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum, Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, og grønlendski fólkatingslimurin Sara Olsvig úr IA, hava verið á fundi við Manu Sareen, ráðharra fyri norðurlendskt samstarv.
Á fundinum varð avtalað við ráðharran, at ein røð av markaforðingum millum Føroyar, Danmark og Grønland eiga at verða burturbeindar.
- Talan er ofta um viðurskifti, ið gera tað óhøgligt, tíðarkrevjandi og beinleiðis irriterandi hjá borgarunum og fyritøkum at ferðast og flyta seg millum tey trý londini. Tí vilja vit í felag arbeiða fyri at gera hetta smidligari, lættari og skjótari, siga Edmund Joensen og Sjúrður Skaale.
Føroysku fólkatingsmenninir hava handað Manu Sareen eitt felags upplegg, sum lýsir marknaforðingar og vísir á, hvussu tær kunnu ruddast av vegnum.
Her eru nakrar av broytingunum, ið arbeitt verður við at fremja:
- Føroyingar í hópatal venda sær millum ár og dag til okkum fólkatingslimir, føroyskar og danskar stovnar og myndugleikar, tí marknaforðingar elva til trupulleikar. Okkara vón er, at arbeiðið, sum nú er sett í verk, kann bera í sær, at hesi fólk sleppa undan trupulleikunum, siga føroysku fólkatingsmenninir.
Teir báðir vilja eisini, at frameftir skal ein føst mannagongd verða fyri at kanna avleiðingarnar fyri ríkisfelagsskapin, áðrenn nýggjar lógir og reglur verða samtyktar og settar í verk.
Bæði Sjúrður Skaale og Edmund Joensen leggja dent á, at arbeiðið við at burturbeina markaforðingar er tvørpolitiskt, og tí er rætt at samstarva og finna loysnir í felag.