Sjúrður Skaale
Lesarabræv06. februar 2014
Sjúrður Skaale

Brúkarin skal ráða í Atlantsflogi

Høgni Hoydal vil hava Atlantsflog at flúgva til nógv ferðamál – um neyðugt við stuðuli úr landskassanum. Eg rokni ikki við, at tað eru fleiri rokningar, skattgjaldarin vil hava. Eg rokni við, at hann vil hava bíligari ferðaseðlar

Í einum orðaskifti um nýggju strategiina hjá Atlantsflogi í Rás2 mikudagin segði Høgni Hoydal, at ”nú hoyra vit Sjúrð Skaale siga, at vit bara skulu flúgva til Danmarkar”.

Í kjaki kann vera snilt at siga fólk hava onkran víðgongda meining, sum tey slett ikki hava, og so seta seg sjálvan upp ímóti tí, mann hevur hongt um hálsin á øðrum.

So er í hesum føri. Eg havi aldrin sagt, at Atlantsflog bara skal flúgva til Danmarkar.

Men eg eri, eins og Høgni og mong við honum, ørkymlaður av tí, sum er hent í føroyska flogfelagnum farnu tíðina:

Fyrst trýsti landsstýrismaðurin ein ávísan persón í nevndarformanssessin – ímóti felagsins egnu reglugerð.

Síðani varð stjórin frákoyrdur uttan greiða grundgeving.

So bleiv ein nýggjur stjóri settur. Hann skuldi fremja eina nýggja strategi – men hevði einki boð uppá, hvør henda strategi skuldi vera. 

Og nú er mann so farin til eina danska ráðgevingarfyritøku at, skilst, keypa sær uppskot til ta nýggju strategiina.

 

Brúkarin lopin um

Í staðin fyri at fara beint til donsku fyritøkuna, skuldi nýggja leiðslan vent sær til tey, sum eiga og brúka Atlantsflog: Føroya fólk! Tað er tørvin hjá hesum, felagið er til fyri at nøkta.

Arbeiðið við nýggju strategiini skuldi byrjað við tveimum einføldum spurningum: 1) Hvat vilja føroysk privatfólk hava? 2) Hvat vil føroyska vinnulívið – m.a. ferðavinnan – hava?

Sjálvur eri eg rættiliga vísur í, hvat svarið hevði verið, um hesi sluppu at siga sína hugsan: Vit vilja sleppa av landinum og til landið so ofta og so bíliga sum gjørligt!

Og um hetta – høgur frekvensur og lágur prísur – verður greiða málið, so hevur tað sjálvsagt avleiðingar: Onnur mál mugu víkja.

 

Aðrar destinasjónir

Fleiri av eigarunum høvdu helst eisini sagt, at tey vilja sleppa beinleiðis úr Føroyum til øll okkara grannalond.

Men um hetta hevði havt við sær munandi hægri prísir á høvuðsleiðini til Kastrup, høvdu tey neyvan valt lægru prísirnar fram um eyka destinasjónirnar. Kastrup er jú millum størstu ferðslumiðdeplar. Standa vit har, standa flestu hurðar opnar. Bæði til grannarnar og til meira fjarskotin ferðamál.

Summar aðrar destinasjónir eru kortini upplagdar.

Atlantsflog hevur júst gjørt ein sáttmála við Statoil, sum hevur við sær nógva flúgving til Norra í summar. Tað er óført! Felagið flýgur eisini til Norra fyri føroysk reiðarí. Super!

Alt, sum kann menna felagið, førleikarnar, skapa inntøkur og arbeiðspláss, er gott.

Men um avleiðingin av nýggjum destinasjónum er, at fólk skulu rinda stóran yvirprís fyri at sleppa av landinum, rokni eg ikki við, at vanligir føroyingar og vinnulívið – herundir ferðavinnan - taka undir við tí.

Prísirnir á leiðini til miðdepilin í Kastrup eru ein stór forðing fyri menning av samfelagnum í dag. Tí má fremsta fokus vera á prís og frekvens á hesi leiðini.

Felagið má ikki lata seg freista til at skrúva hesar prísirnar upp, tí t.d. norska oljuvinnan, danski handilsflotin ella tað almenna ikki spyrja hvat tað kostar.

Tað er jú mark fyri, hvat onnur hava ráð til – her hugsi eg bæði føroyska vinnulívið, føroyskar privatpersónar, og útlendsk ferðafólk.

 

Skattgjaldarin skal rinda

Høgni Hoydal mann vera greiður um, at tað kann vera trupult samstundis at røkka málunum um fleiri destinasjónir og lægri prísir.

Men hann vil hava bæði. Og viðvíkjandi prísunum segði hann lætt og elegant í Rás2, at ”vit eru til reiðar at stuðla tí vissi tað skal til fyri at fáa prísirnar niður”.

”Vit” merkir í hesum føri ikki, at Tjóðveldi er til reiðar at stuðla. Tað merkir, at Tjóðveldi er til reiðar at fara í lummarnar á skattgjaldarunum eftir pengum at stuðla við.

Eftir hesum modellinum skulu vinnulív og privatfólk altso rinda teir dýru ferðaseðlarnir gjøgnum skattin. Og tað er ein ógvuliga asosial skipan: Tey, sum flúgva minst, skulu rinda fyri tey, sum flúgva mest. Og tey, sum flúgva minst, eru sum kunnugt ikki tey, sum tjena mest.

Flúgving er sera dýr. Ein skipan, har fleiri destinasjónir skulu haldast á lívi við skattakrónum, kann skjótt gerast skattgjaldaranum ógvuliga tung.

Eg rokni ikki við, at tað eru fleiri rokningar, fólk vilja hava.  Eg rokni við, at tey vilja hava bíligari ferðaseðlar. 

 

Sjúrður Skaale