Danski verjumálaráðharrin, Peter Christensen, er opin fyri møguleikanum, at føroyingar, ið hava verið útsendir fyri danska herin, verða heiðraðir við medaljuhandan í Føroyum. Hetta sigur hann í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.
Sum støðan er nú, mugu føroyingar, ið hava verið útsendir í hertænastu fyri Danmark, ferðast til Danmarkar fyri egna rokning, um teir ynskja at luttaka í medaljuhandanini fyri veteranar. Tí spurdi Sjúrður Skaale verjumálaráðharran, um hann var til reiðar at viðurkenna og heiðra partin hjá føroyskum veturanum við einum medaljuhátíðarhaldi í Føroyum.
Peter Christensen sigur, at tillutingin av medaljum er ein klófestur, symbolskur háttur hjá samfelagnum at viðurkenna leiklutin hjá tí einstaka veteraninum, og tí verða møguligir munir á hesum øki innan danska ríkið viðgjørdir.
Sum dømi nevnir Peter Christensen, at medaljurnar kunnu handast í Føroyum av einum umboði fyri føroyskar myndugleikar ella einum umboði fyri danska herin.