Tað er rætt at yvirtaka útlendingamál. Men tað krevur sera sterkan politiskan rygg at umsita økið
(Setanartala á ráðstevnu um yvirtøku av útlendingamálum, sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi skipaðu fyri í Havn 15. apríl).
Frá 2001 til 2004 var eg skrivari / ráðgevari í fólkatinginum, og nú havi eg skjótt verið fókatingsmaður í fimm ár sjálvur.
Eg veit ikki, hvussu nógv útlendingamál eg havi havt á borðinum, men tað eru nógv.
Virkir mangla útlendsk starvsfólk.
Menn vilja giftast við útlendskum kvinnum.
Útlendingar í Føroyum vilja hava familjulimir til Føroyar.
Familjulimir, sum eru í Føroyum og vitja, vilja sleppa at vera verandi.
Øll seta seg í samband við fólkatingsumboðini.
Eg havi - næstan uttan undantak - hildið tað verið rætt og rímiligt, at fólkini skuldu sleppa til Føroya ella sleppa at verða verandi í Føroyum. Tí tað hevði verið gott fyri tey - og tað hevði ikki verið minni gott fyri føroyska samfelagið.
Vit hava brúk fyri at fáa nýggj fólk og nýggjar tankar niður í okkara lítla støðuhyl. Tað skapar lív, fjølbroytni og menning.
Onkuntíð, tá tit hava eina løtu, kunnu tit skriva upp allar teir hálvu ella heilu útlendingar, sum teljast millum tey, ið onkursvegna skara framúr í Føroyum. Tað eru ikki fáir.
Brotið rættartrygdina
Men eg og míni starvsfólk hava gjørt nakað, sum er skeivt. Vit hava blandað okkum uppí málsviðgerðina. Vit hava agiterað fyri málsviðgerðunum og roynt at fingið teir at tikið ávís mál fram um onnur.
Og tað er ikki rætt. Vissi tað ávirkar arbeiðsgongdirnar hjá umsitingini at ein politikari blandar seg uppí, so hava vit ikki rættartrygd. So hava vit eina korrupta skipan.
Politiska valdið skal gera lógirnar og reglurnar. Umsitingin má og skal arbeiða leys av politiska valdinum. Linjurnar mugu vera greiðar. Annars hava vit ikki “rule of law”, men “rule of man”, har tann, sum fær ein politikara at tala sína søk, hevur betri rættindi enn onnur.
Men av tí at politiska valdið í hesum føri er býtt sundur millum Føroyar og Danmark, og umsitingin formliga er í Danmark men reelt eisini í Føroyum, so eru kommandolinjurnar sum útgangsstøði ikki greiðar. Donsku embætisfólkini skulu umsita við støði í bæði donskum og føroyskum reglum. Tað hevur gjørt tað truplari hjá teimum at halda skil á, nær politikkurin endar og bureaukratiið byrjar. Og tað hevur latið upp fyri møguleikanum hjá politikarum at ávirka gongdina.
Men fyri tveimum árum síðani segði eg fyri mítt viðkomandi stopp. Tað kundi ikki forsvarast at halda fram við virksemi, sum prinsipielt bar brá av korruptión.
Tað merkir ikki, at vit eru givin at arbeiða við konkretum útlendingamálum á okkara kontóri - men nú gera vit púra greitt fyri øllum sum venda sær okkum, at vit bara fara inn í málini, um vit finna tekin um, at umsitingin hevur gjørt mistøk í málsviðgerðini. Vit hjálpa og vegleiða fegin, men er alt farið fram eftir bókini, so plága vit ikki teir málsviðgerðar, sum bara røkja sítt starv.
Trupult mál
Men skipanin av málinum er framvegis fløkjaslig, og tí er tað prinsipielt rætt, at myndugleikin verður fluttur til Føroyar.
Men heldur ikki tað er einfalt.
Umsitingarliga er tað eitt tungt mál í sær sjálvum. Tað er avtalan við Schengen eisini. Hon er partur av hesum - og tí eru tað tvey tung mál heldur enn eitt. At Føroyar skulu loyva fólki inn í danska statin uttan um danskar myndugleikar, ger tað enn fløktari.
Og so er tað tann politiski parturin.
Vit mugu gera okkum púra greitt, at hetta reint politiskt er millum størstu og truplastu mál yvirhøvur.
Tí viðhvørt fara lógirnar at siga, at ein persónur ikki hevur rætt at vera í Føroyum, samstundis sum øll menniskjaligheit og moralur siga tað øvuta: Sjálvandi skal viðkomandi persónur sleppa at vera í okkara landi. Fyri hansara skyld og fyri okkara skyld.
Og vit mugu gera okkum heilt greitt, at hevur tann politiska leiðslan ikki tá rygg til at halda reglurnar, og vraka anstendigheitina og etikkin og moralin - so klára vit ikki at umsita økið. So er rættartrygdin burtur - og økið verður stýrt eftir persónligum meiningum.
Vit mugu gera lógirnar við størsta nærlagni - men tá tær eru gjørdar, sum mugu og skulu tær haldast. Eisini tá tað svíður. Tað ljóðar kyniskt, men alternativið er, at vit púra missa stýringina.
Fara vit at klára tað?
Hvat tá ítróttarfelagið ringir til politikaran ella umsitingina og sigur, at tann útlendski spælarin má inn áðrenn vikuskiftið? Verður hann tikin fram um í bíðirøðini?
Hvat tá virkið ringir og sigur at arbeiðið steðgar, tí sakarmálstíðin er so long, at útlendsku arbeiðsmenninir ikki koma fram? Verða teir tiknir fram um í bíðirøðini?
Hvat tá ein heil bygd stendur saman um ein væl dámdan persón, sum ikki sleppur at verða verandi í landinum eftir at hava arbeitt her og lært seg føroyskt?
Torir okkara ráðharri at standa á trappuni í Tinganesi og siga við eina mótmælisgongu: "Nei, eg boyggi meg ikki. Maðurin er raskur og dámligur, og tað er ómennskjaligt at senda hann av landinum - men tað er tað, sum lógin sigur, so tað er tað, sum verður gjørt!"
Slíkt er trupult aðrastaðni - og tað verður truplari í Føroyum, tí viðurskiftini eru so smá, og tað er so stutt frá myndugleikum til borgarar. Eg havi sjálvur ofta upplivað, at fólk hava væntað, at eg sum politikari kundi ávirka gongdina í einum máli. Tá tað hevur eydnast hjá mær, havi eg fingið rós fyri tað - og hvør veit: Kanska eisini onkra atkvøðu. Og atkvøður er jú tað glitrið, sum kann blinda einhvønn politikara.
Í hesum sambandið kann tað henda, at tann politikari, sum heldur reglurnar, kann tykjast kyniskur og missa atkvøður, meðan tann, sum er sinnaður at tamba reglurnar, kann tykjast menniskaligur og kann vinna atkvøður.
Og er vikið frá lógini eina ferð - so eru 1.000 onnur mál, har tað sama verður kravt.
Føroyskt og betri
Fyrrverandi løgtingsmaðurin Helgi Abrahamsen segði ofta nakað soleiðis, at tað, at myndugleikin á hesum øki lá í Danmark, var ein fortreyt fyri rættartrygdini, tí tað var bara soleiðis vit kundu forða fyri, at embætisfólk og politikarar kundu koma undir trýst.
Eg haldi tað sum sagt vera rætt at yvirtaka økið. Og eg haldi, at vit megna at umsita tað bæði líka væl og betri enn tað verður umsitið nú. Men Helgi hevur eitt poeng. Hetta setir stór krøv.
Tað er orsøkin til, at vit, saman við okkara nýggju kollegum á Fólkatingi - Tjóðveldinum - hava skipað fyri hesum tiltakinum.
Eg vil fegin takka Tjóðveldinum fyri samstarvið, og teimum starvsfólkum sum hava skipað fyri øllum tí praktiska.
Vegna Javnaðarflokkin skal eg til síðst siga, at flokkurin sjálvandi stendur við avtaluna um hetta í samgonguskjalinum, men tað týdningarmesta er, at rættartrygdin er í lagi, og at økið er væl og trygt skipað. Full vissa um hetta má vera fortreytin fyri teirri yvirtøku, sum skal fremjast.
Tað er bara gott, vissi økið verður líka væl ella betri umsitið av at gerast føroyskt.
Okkara mál er altso ikki yvirtøkan í sær sjálvari, men rættartrygdin og tænastan til borgaran. Yvirtøkan er bara eitt amboð.