Vel fleiri úrslit: Javnaðarflokkurin á fólkatingi 2019
Seinastu tvey valskeiðini á Fólkatingi hava vit umboðað Føroyar á virðiligan hátt, samstarvað við allar viðkomandi partar - og fingið góð úrslit fyri Føroyar. Her kanst tú lesa meira um, hvørji politisk mál vit hava reist og úrslitini av teimum.
Deil:
Úrslitini seinastu tvey valskeiðini eru ikki komin av ongum. Tí Javnaðarflokkurin hevur eina greiða hugsan um, hvussu fólkatingssessurin skal nýtast:
- Starvið skal røkjast fulla tíð
- Samstarvast skal við øll, sum vit kunnu fáa úrslit saman við
- Umboðanin kann vera hvøss, men hon skal vera semjusøkjandi
- Vit heingja ikki føroyskar ósemjur út á snór í Danmark
- Vit virða føroyska fólkaræðið og arbeiði ikki ímóti einari føroyskari stjórn
- Vit eru á Fólkatingi fyri at skapa ítøkilig úrslit
Hetta er tað, vit hava gjørt. Og hetta er tað, vit fara at gera, vinna vit sessin aftur.