Sjúrður Skaale
Lesarabræv15. november 2012
Sjúrður Skaale

Við love skal land byggjast

Fyrr varð sagt, at fosturlandskærleiki var fortreytin fyri føroyskari tjóðarbygging. Tað verður ikki sagt so ofta longur - men tað er framvegis rætt

Permumynd á bókini Exit Føroyar, sum Høgni Reistrup og Heri á Rógvi hava ritstjórnað.

(Hetta er ein stytt útgáva av einum longri teksti úr bókini Exit Føroyar).

PGE Arena í Gdańsk, 14. juni 2012. Komandi EM-vinnaraliðið, Spania, hevur eina fótbóltsframførslu, sum næstan er listarlig. Mótstøðuliðið, Írland, rennur sum svakt eftir bóltinum - men fær hann næstan aldrin.

Tað er kortini ikki bara spanska liðið, tosað verður um eftir dystin. Írsku áskoðararnir fáa minst líka nógva umrøðu.

Teir hoyrast betur og betur, sum dystinum líður. Og tá støðan er 3-0 til Spania standa allir, við grøna turriklæðnum yvir høvd, og syngja tann eyðkenda írska sangin: Low lie, the Fields of Athenry.

Tað verður eisini 4-0 - men sangurin bara harðnar. Sponsku áskoðarnarnir hoyrast ikki yvirhøvur.

At írarnir stóðu so væl saman, hóast teir taptu, hugtók ein frásøgumann hjá BBC so nógv, at hann steðgaði síni frásøgn, og segði: "I'll be quiet for a minute, so you can listen to this."

Aðrir áskoðarar venda sær ímóti sínum liði, tá tað gongur illa. Tá tapa øll. Men tann dagin í Gdańsk vann Írland ein flottan sigur, hóast teirra fótbóltslið tapti á vøllinum. Írsku áskoðararnir sýndu treytaleysan stuðul til sítt egna.

Tað eru ikki bara fótbóltsliðum, sum tørva slíkan stuðul. Tað gera londum eisini. Tí byrjar hvør einasti skúladagur í USA við, at øll í felag geva tað kenda lyftið: "I pledge Allegiance to the flag of the United States of America and to the Republic for which it stands, one nation under God, indivisible, with Liberty and Justice for all." Týðandi hendingar innan bæði politikk og vinnuliv í USA byrja við somu orðum.

Í tí romantiska tíðarskeiðinum í Føroyum fyrst í farnu øld varð eisini yrkt og sungið nógv um hetta at vera trúgvur ímóti sínum landi. Tjóðskaparkenslan fevndi eisini um tann religiøsa- og aðrar partar av samfelagslívinum.  Í skótalyftinum verður t.d. sagt "Við æru míni gevi eg tað lyfti, at eg eftir førimuni vil vera trúgvur móti Guði og landi mínum".

Tað er ikki av tilvild, at samfeløg, stór og smá, hava roynt at styrkja tann tjóðskaparliga samleikan og samanhaldið.

Viðhvørt er neyðugt, at einstaklingar eru sinnaðir at taka eitt eyka tak fyri felagsskapin. Sum Kennedy segði, tá hann tók við sum forseti: "Ask not what your country can do for you - ask what you can do for your country".

Skulu slík orð ikki falla í gaddajørð krevur tað, at fólk ikki bara kenna seg sum part av sínum samfelag, men eisini, at tey kenna samfelagið sum part av sær sjálvum.

 

Ilt eyga skal einki gott sjá

Er tørvur á hesum í heimsveldinum USA - nógv størri er tørvurin í mikrolandinum Føroyum.

Vit búgva ikki í Føroyum av praktiskum orsøkum, segði Heðin Brú. Orsøkirnar eru meira ókonkretar. Tað snýr seg um kenslur. Stoltleika. Kærleika. Um virðing fyri tí felagsskapi og teimum virðum, sum her eru skapt, og um vilja til at føra hetta víðari og menna tað.  Um alt, tað, sum vit í einum orði kunnu nevna tjóðskaparkensluna.

Vantandi íløgur í útbúgving er høvuðsorsøkin til fráflytingina. Men kann tað hugsast, at viknandi tjóðskaparkensla eisini er ein orsøk? 

Tað er jú við hugburðinum til okkara land, at vit áseta virði á tí. Tað ber ikki til objektivt at siga, um Føroyar eru gráar ella litríkar. "Tað veldst um eyga, sum sær", siga vit. Og vit siga jú eisini, at ilt eyga einki gott skal sjá. Tá vit mjarra um, at hetta og hitt ikki er nóg gott í Føroyum, minkar virðið á landinum.  Ikki bara í annara eygum, men eisini í okkara egnu eygum.

Jóannes Patursson ávaraði ímóti hugburðinum, sum sigur, at "har er bara grátt útyvir grátt", tí takið hjá tjóðskaparrørsluni í síni tíð var júst at læra føroyingar at síggja og virðismeta tað ríkidømið, sum vit búgva mitt í.

Er hugburðurin positivur, fáa vit eyga á tað vakra, tað stórsligna og tað virðismikla.  Har trupulleikar og avmarkingar eru, síggja vit avbjóðingar. Har okkurt er, sum okkum ikki dámar, vilja vit leggja orku í at broyta tað.

Gera vit í kjakinum um fráflytingina tað mistak, at vit støðugt taka tað negativa fram?

 

Praktiski mátistokkurin

Nærum eingi smá samfeløg standa seg í kappingini um fólk. Men hjá okkum flyta fólk ikki úr útjaðaranum til býirnar. Vit eru ein europeiskur útjaðari. Tey, sum flyta til býirnar, flyta av landinum. Tey fara við øllum sínum førleikum og tí, tey hava at geva samfelagnum. Og, ikki minst: tey fara við sínum ynskjum um at ávirka og broyta samfelagið. Úrslitið kann gerast samfelagslig stagnatión.

Fráflyting hevur altíð verið ein hóttan móti Føroyum - men hon er meiri álvarsom nú enn fyri fáum árum síðani. Bæði tí vit fáa færri børn, og tí landamørk eru nógv kámari, enn tey hava verið.

Fyri bara 20 árum síðani var tað eitt rættiliga grundleggjandi frával, um tú valdi at búseta teg í Danmark. Vinir, familja og tann føroyski felagsskapurin - tað bleiv alt valt frá. Men nú kanst tú, takkað verið nýggju miðlunum, varðveita alt hetta, samstundis sum tú býrt í Danmark.

Ja, ringrásin er komin so langt, at mong eisini mugu fara til Danmarkar fyri at vera saman við familju og vinum - tí tað er har, tey eru. Fleiri dømi eru t.d. um ommur og abbar, sum flyta niður til børn og barnabørn.

Prísurin fyri at búseta seg uttanlands er sostatt nógv minni, enn hann hevur verið. Tí troðkar tann øvuti spurningurin seg fram: Hvør er prísurin fyri at búgva í Føroyum?

Tað er, tá hesin spurningurin verður settur, at tann praktiski mátistokkurin verður tikin fram - og tá tapa Føroyar. Sosialu veitingarnar eru jú hægri í Danmark. Prísirnir á mjólk og breyði eru lægri. Mentanartilboðini fleiri. Húsaleigan lægri. Møguleikarnir at ferðast eru betri. Sóltímarnir fleiri  - og so víðari.

Tí er meiri enn nakrantíð tørvur á, at tey økini, har Føroyar "vinna", verða tikin fram. Alt tað, vit kunnu vera errin av. Náttúran. Mentanin. Søgan. Málið. Felagsskapurin. Tryggleikin. Hetta at vit eru so fá, at hvør einstakur veruliga kann hava ávirkan - um hann vil.

Tað er virðingin fyri øllum hesum, sum kann fáa fólk at síggja uppgávur og avbjóðingar í staðin fyri trupulleikar og avmarkingar.

Nógvir føroyingar - teir allar flestu - hava hendan hugburð. Hann er orsøkin til, at tey mongu, sum av praktiskum ávum eru freistað at virka uttanlands, gera íløgur uttanlands og búgva uttanlands, kortini gera tað í Føroyum.

Men hugburðurin er ringur at fáa eyga á, tá studentar ganga við skeltum, sum siga "VIT RÝMA", um tey ikki fáa so og so nógv í studningi. Ella tá útisiglarar og fiskimenn, í kjakinum um teirra skattaviðurskifti, støðugt seta fram hóttanina um at rýma, um teir ikki fáa sín vilja. Ella tá fólk, sum annars eru væl fyri, taka fram prísir á víni og øli sum orsøk til, at Føroyar eru eitt ringt land.

Nógv flyta úr Føroyum, tí ymiskar umstøður tvinga tey til tað. Og nógv av teimum geva sítt stóra íkast til føroyska samfelagið, hóast tey búgva uttanlands. Men nøkur eru eisini, sum velja Føroyar frá, tí kenslurnar fyri landinum ikki eru serliga sterkar. Tí tíma tey heldur ikki at stríðast fyri at broyta tað, tey halda vera galið í Føroyum.

 

Samkynd gott dømi 

Í kjakinum verður næstan altíð sagt, at politikarar hava alla ábyrgdina av teirri hættisligu gongdini. Tað er "ókorrekt" at siga, at fólk hava nakra ábyrgd sjálv. Men samfelagið er demokratiskt, og øll hava møguleikan at ávirka tey viðurskifti, sum tey eru ónøgd við.

Eg havi hug at taka samkynd fram sum dømi um fólk sum velja Føroyar, hóast tað, sæð úr einum praktiskum sjónarhorni, kann vera tvørligt.

Um allan vesturheimin er rætturin hjá samkyndum at ganga saman í parlag eitt av dagsins stóru stríðsmálum - og allar flestu londini loyva tí nú.

Hetta er helst eisini framtíðin í Føroyum - men hon kemur ikki av sær sjálvari.

Tá málið um 266b var fyri, bóru fleiri leiðandi politikarar fram ótrúliga víðgongd, reaktioner sjónarmið. Kjakið vísti, at Føroyar á summum økjum eru strandaðar í einum tíðarlumma.

Broytingin í 266b varð kortini samtykt, og mong hildu, at hon var fyrsta stig móti skrásettum parlag. Men tað er eingin automatikkur í tí. Hevði uppskotið um at bannað happing av samkyndum verið lagt fyri sitandi løgting, hevði tað helst fallið.

Hetta hevur fingið onkran samkyndan til alment at mæla sínum felagum til at gera sum so mong onnur, og rýma úr Føroyum. At brúka tíð og orku uppá at stríðast ímóti fólki, sum ikki vilja viðurkenna teg, sum tú ert, kann eisini haldast vera í besta føri meiningsleyst og í ringasta føri eyðmýkjandi. Serliga tá øll grannalondini, so ella so, veita samkyndum full rættindi.

Men fólk vóru, sum í staðin tóku dystin upp. Sum heldur enn at spyrja hvat Føroyar kundi gera fyri tey, spurdu hvat tey kundu gera við Føroyar.

Við alskyns tiltøkum hava tey gloppað vindeyguni í tí føroyska húsinum, og fingið frískligan gjóstur inn.

Uttan mun til, hvat ein heldur um skrásett parlag, so er hugburðurin fyrimyndarligur:

Í staðin fyri at flýggja undan konservativa hugburðinum, sum ofta er í einum lítlum samfelag, hava hesi fólkini nýtt fyrimunirnar, sum eru í einum lítlum samfelag: nevniliga at tann einstaki er ein stórur partur av heildini, og at tann, sum vil hoyrast, hoyrist. Tann, sum vil broyta, kann broyta.

Mong, sum trívast illa í Føroyum, kundu lært av hesum. Men aftur her: at vilja broyta eitt samfelag krevur, at tú ert góður við samfelagið.

Nationalisma kann vera ekskluderandi og ódámlig. Og tann uppblásta sjálvsdyrkanin vit síggja í t.d. USA, er alt ov nógv av tí góða. Men eitt sindur av kenslum fyri okkara egna mugu vit hava.

Ella sum 200 siga tað: Við love skal land byggjast.