Fríggjadagin 14. oktobur kl. 18:00 letur fólkatingið upp fyri almenninginum í samband við mentanarnáttina.
Fríggjadagin 14. oktobur letur fólkatingið upp fyri almenninginum í samband við mentanarnáttina.
Nú hevur tú møguleikan at uppliva ikoniska bygningin, sum Christiansborg er. Eitt nú ber til at vitja fólkatingssalin og allar politisku flokkarnar, sum eru umboðaðir í fólkatinginum.
Kom og vitja Sambands- og Javnaðarflokkin í høli nummar 2-078 á aðru hædd. Umframt spurnarkapping og ábit, verður tónleikur á skránni. Bólkurin Einangran spælir kl. 19:00 og Beinir spælir kl. 20:15.
Sí nærri kunning um mentanarnáttina á Christiansborg her.