Sjúrður Skaale
Lesarabræv26. marts 2013
Sjúrður Skaale

- Vit kunnu ikki siga bæði ja og nei til ES

Endamálið við bókini Ja til Evropa er ikki propaganda, men upplýsing. Upplýsing um tá Føroyar gjørdu av at standa uttanfyri EF í 1974. Upplýsing um støðuna í Íslandi. Upplýsing um royndirnar hjá Álandi og Grønlandi. - Og so ein opin viðgerð av teimum møguleikum og avmarkingum, sum Føroyar hava í ES-høpi.

Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevði aðalfund í farnu viku. Í tíðindaskrivi frá fundinum - har formaðurin tók lut - verður boðað frá, at sleppur Tjóðveldi framat valdinum eftir næsta val, skal tað helst vera saman við Fólkaflokkinum: 

"Fundarfólkið legði áherðslu á, at Tjóðveldisflokkurin skuldi fara eftir eini samgonguloysn, ið sum skjótast avgreiðir politiska tjóðskaparspurningin, ið er at skipa ein føroyskan nationalstat".

Ein orsøk til at velja Javnaðarflokkin frá var, at hesin flokkur "hevur lagt ætlanir fram um, at Føroyar skulu gerast limur í ES-samveldinum sum ein danskur landslutur".

Í sjónvarpskjakinum í farnu viku segði Høgni Hoydal tað sama: "nú roynir mann at kroysta ein ES-limaskap niður yvir Føroyar".  Hetta hevði, segði hann, verið "endalig avtøka av føroyskum sjálvræði".

Mál Tjóðveldisins er hinvegin at fáa "mest møgiligt ræði á egnum viðurskiftum." Og tí málinum náa vit í evropeiskum høpi við at melda Føroyar inn í EFTA, og síðani gera eina EBS-avtalu við ES.

At knýta Føroyar at ES gjøgnum Danmark er sambært Høgna Hoydal at "bólta rút sjey ferðir" - og tað er "tann endaliga avtøkan av føroyska sjálvræðinum."

 

Bert upplýsing
Hetta er alt samalt púra skeivt. Javnaðarflokkurin hevur bara sett ES-spurningin á dagsskrá.  Flokkurin hevur ikki  lagt seg fastan á nakra ávísa loysn.

Endamálið við bókini Ja til Evropa er ikki propaganda, men upplýsing. Upplýsing um tá Føroyar gjørdu av at standa uttanfyri EF í 1974. Upplýsing um støðuna í Íslandi. Upplýsing um royndirnar hjá Álandi og Grønlandi.  - Og so ein opin viðgerð av teimum møguleikum og avmarkingum, sum Føroyar hava í ES-høpi.

Vit mugu velja eina kós í hesum spurningi, og tað er býtt at gera tað við bindi fyri eyguni. Eftir mínum tykki skulu vit lata allar møguleikar standa opnar.

 

Knortlut gøta
Men hvussu er nú við EFTA / EBS-loysnini?

Hon sær soleiðis út:

Fyrst skulu vit melda okkum inn í EFTA. Tað var einaferð ein stórur felagsskapur, men nú eru bert fýra lond limir - Sveis, Liechtenstein, Noreg og Ísland.

Sum  EFTA-limur skulu vit síðani gerast partur av evropeiska marknaðinum gjøgnum eina avtalu við ES - eina sonevnda EBS-avtalu. (Evropeiskt Búskaparligt Samstarv).     Henda knortluta gøta hevur verið gingin í nøkur ár - eisini av Javnaðarflokkinum. Men vit eru ongan veg komin. Og tað er kanska ikki so løgið.

 

Tí er EFTA trupult
EFTA sáttmálin sigur, at bara statir kunnu gerast limir.

Av teimum fýra limalondunum í EFTA tekur Ísland kortini undir við føroyskum limaskapi. Sveis og Liechtenstein eru ímóti. Tað eru tey lutvíst tí Føroyar ikki eru ein statur; og lutvíst tí EFTA umsitur fleiri málsøki, sum vit ikki hava ræði á. 

Men sjálvt ikki við fullveldi er føroyskur limaskapurin vísur. Hann hevði broytt valdsjavnvágina í EFTA, og tað kann skapa mótstøðu úr Sveis og Liechtenstein.

 

Tí er EBS trupult
Skuldi tað eydnast fingið EFTA-limaskapin, hevði gøtan ikki verið gingin kortini. Tí at gerast partur av  EBS-sáttmálanum er enn torførari.

31 partar eru í hesum sáttmála: Tey 27 ES-londini, trý av EFTA-londunum og ES Kommissiónin.

Føroyar kunnu sum er ikki gerast sáttmálapartur, tí tað er bert fyri statir. Men heldur ikki her hevði staturin verið nøkur fríbillett - tað hevði kravt tungar samráðingar.

 

ES-lóggáva
Við øðrum orðum:

Vit kunnu royna at fáa grundreglurnar í bæði EBS og EFTA broyttar, so lond, sum ikki eru statir, sleppa við. Ikki nøkur lítil uppgáva.

Alternativt kunnu vit fyrst loysa frá Danmark og skipa ein føroyskan mikrostat. Heldur ikki akkurát løtuverk.

Síðani skulu vit sum ein statur samráðast um limaskap í EFTA. Og so skulu vit samráðast við alt Evropa um at gerast partur av hesum góða EBS-sáttmála.

Og tað hevði ikki endað her.

EBS-sáttmálin krevur nevniliga, at vit seta túsundtals síður av ES lógum og reglum í gildi fyri Føroyar.

Men tað er heldur ikki alt. Sáttmálin skal eisini røkjast - og tað krevur, at vit áhaldandi seta eini 70% av allar nýggjari ES-lóggávu í verk í Føroyum. Vit sleppa ikki at seta spurnartekin við tað, og vit fáa onga ávirkan á tað - tað skal bara gerast.

Hetta fer sjálvsagt at krevja eitt nógv størri embætisverk enn tað, vit hava í dag.

 

Ein loysn sum ber til...
Henda leiðin er ein roynd at siga bæði ja og nei til ES - í senn. Teoretiskt ber tað til - men í veruleikanum er tað nokk ómøguligt.

Tað er heldur ikki rætt, at hetta hevði tryggjað Føroyum sjálvræði. Tvørturímóti. Løgtingið hevði lítið annað gjørt enn sett í verk ES-lógir, sum vit onga ávirkan hava á.

At halda fast í teirri ómøguligu EFTA / EBS-kósini førir ikki til annað enn avbyrging.

Tí sigi eg: Lat okkum hyggja at øðrum møguleikum eisini. Tað finnast kanska loysnir, sum eru smidligari - og sum enntá bera til...