Tíðindi30. marts 2012

Vilja hava norðurlendskan umboðsmann fyri marknaforðingar

Sosialdemokratarnir í Norðurlandaráðnum hava skotið upp, at ein umboðsmannastovnur verður settur á stovn, sum verjir borgarar, ið verða skeivt viðfarnir tvørtur um landamørk í Norðurlondum. Stovnurin skal soleiðis vera eitt slag av Løgtingsins umboðsmanni, sum virkar um øll Norðurlond.

Í øllum Norðurlondum hoyrir ein stovnur til parlamentið, sum kann hjálpa borgarum, um teir verða skeivt viðfarnir av tí almenna. Men ongin hjálp er at heinta, um talan er um ein borgara, sum verður skeivt viðfarin í einum øðrum landi enn sínum egna ella í fleiri ymiskum Norðurlondum.

Hetta vil sosialdemokratiski bólkurin í Norðurlandaráðnum, sum Sjúrður Skaale er partur av, nú broyta, og hevur tí lagt uppskot fram um at seta á stovn ein umboðsmann fyri marknaforðingar.

Stovnurin skal millum annað geva borgarum løgfrøðiliga ráðgeving til fyrireiking av málum um Norðurlendskar marknaforðingar, og hava møguleika at greiða nationalu umboðsmonnum frá ymisku málunum.

Eisini er ætlanin við stovninum, at hann saman við øðrum skal ráðgeva Norðurlendska Ráðharraráðnum og norðurlendsku stjórnunum og parlamentunum, tá tey fyrireika lógir ella samtykkja nýggja ES-lóggávu.

Uppskotið varð umrøtt á fundi hjá Norðurlandaráðnum í Reykjavík í seinastu viku, men verður í fyrsta lagi samtykt í heyst.

 

Sjálvt uppskotið sæst her: http://www.norden.org/da/nordisk-raad/sager/a-1558-presidiet

Sosialdemokratarnir hava somuleiðis heitt á Norðurlandaráðið at finna eina loysn á tí trupulleikanum, at londini ikki altíð góðtaka samsvarandi útbúgvingar hjá hvør øðrum.

Tað uppskotið sæst her: http://www.norden.org/da/nordisk-raad/sager/a-1559-kultur

Umframt hetta hava Sosialdemokratarnir í Norðurlandaráðnum orðað ein felags politikk um Arktis, sum sæst her: http://www.norden.org/da/aktuelt/nyheder/socialdemokraterne-i-nordisk-raad-vedtager-arktis-politik-1

Harafturat samdust Sosialdemokratarnir á fundinum í Reykjavík um at heita á Norðurlendsku stjórnirnar at bera so í bandi, at færri ung koma í trupulleikar av ávísum lánum við okurs rentum.

Tann áheitanin kann lesast her: http://www.norden.org/da/aktuelt/nyheder/forebyg-unges-gaeldsproblemer-i-norden