Sjúrður Skaale
07. marts 2016
Sjúrður Skaale

Verða Føroyar eitt nýtt Cuba?

Tað fer at vekja altjóða áhuga, um samkynd í Føroyum ikki fáa somu rættindi, sum tey hava aðrastaðni. Gongdin móti einum rúmligari samfelag fer at venda. Og fleiri fara at flyta av landinum

Sjúrður Skaale

 

Hvussu mong samkynd pør munnu fara at giftast borgarliga í Føroyum árliga, um lógin fer at loyva tí?

Tað er ilt at siga – men talið verður ið hvussu er sera lítið. Ofta helst eitt runt null.

Málið um borgarliga, samkynda giftu viðkemur altso fáum fólkum beinleiðis.

Men áhugin er eisini stórur millum onnur. Ja, skulu vit døma eftir umrøðuni, er hetta størsta mál í Føroyum yvirhøvur.

Tað eru nógvar orsøkir til hetta. Og ein teirra er, at fólk samanbera Føroyar við onnur lond.

Vit hoyra jú til eina familju av londum: Vesturheimin. Ta familjuna, sum er vælsignað við fólkaræði, rættartrygd og persónligum frælsi.

Hesi lond ávirka hvørt annað, og hava flutt seg saman á øllum hesum grundleggjandi økjum. Hoyrdu vit ikki til hesa familjuna, høvdu vit ikki havt tað frælsi og ta rættartrygd, vit eiga.

 

Føroyar einsamallar?

Seinasta stóra sosiala mál í hesi landafamilju hevur júst verið at lata hjúnarbandið upp fyri samkyndum. Eftir áralangt orðaskifti tók Danmark fyrsta stigið í 1989 – og júst nú hevur Italia sum síðsta land í Vestureuropa gjørt tað sama.

Tað merkir, at Føroyar fara at standa einsamallar eftir, um uppskotið ikki kemur gjøgnum tingið.

Vit skulu sjálvsagt ikki loyva borgarligu giftu bara tí onnur gera tað.

Men tá vit gera eina samlaða meting av hvat er rætt at gera, so koma vit ikki uttan um, at tað hevur týdning, hvat okkara landafamilja ger.

 

Rúmligari Føroyar

Í mong ár fluttu næstan allir samkyndir føroyingar av landinum, tí samfelagið ikki góðtók tey, sum tey vóru. Tey fóru til Danmarkar fyri at kunna liva í frið. Vit hava farnu árini hoyrt teirra søgur í miðlunum, og fáur man vera stoltur av hesum partinum av okkara arvi.

Hetta er nú broytt, tíbetur. Samkynd fólk síggjast og virka allastaðni, og geva sítt fíggjarliga, sosiala og mentanarliga íkast til okkara samfelag heldur enn tað danska.

Men hvussu verður støðan, um vit um fáar dagar kunnu staðfesta, Føroyar sum einasta land í vesturheiminum ikki vil loyva samkyndum at giftast?

Hvat fyri signal fer tað at senda til umheimin?

Hvat fyri signal fer tað at senda til samkynd í Føroyum?

Fer tað at styrkja ta góðu gongdina vit hava sæð farnu árini, har samkynd hava funnið seg til rættis her á landi?

Neyvan.

 

Nýtt Cuba?

Altjóða umrøðan av Føroyum verður uttan iva nógv, um uppskotið fellur.

Tá europeiska kommunisman endiliga fall í 1989, fóru nógvir gamlir, ideologiskt heimleysir kommunistar at síggja Cuba sum sítt nýggja paradís.

Nógv fólk úr øllum vestanlondum, serliga USA, hava stríðst móti samkyndari giftu. Men tey hava tapt og tapt og tapt. Um nú tey tíðindini berast í næstu viku, at Føroyar eru undantakið í Vesturheiminum, er sannlíkt, at hesi fólk fara at síggja Føroyar sum sítt “Cuba”.

Og tá verður lítið hugaligt at vera ein samkyndur persónur í Føroyum, sum bara vil sleppa at liva og virka í frið. Tað er einki stuttligt at búgva í einum landi, har tíni mest persónligu viðurskifti konstant verða gjørd til miðdepil í politiskum stríði.

Fellur løgtingið uppskotið um at broyta hjúnarbandslógina er tí lítil ivi um, at tann gongd, vit hava sæð farnu árini, fer at venda. Samfelagið verður trengri heldur enn rúmligari – og samkynd fara aftur at leita burtur.

Hvussu tingfólk stemma má byggja á eina heildarmeting.

Men hetta má takast við í hesa meting.