Í sambandi við kjakið um støðuna hjá føroyskum krígsveteranum hevur nógv verið gitt um, hvussu nógvir føroyskir veteranar eru - og hvussu nógvir teirra búgva í Føroyum.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur tí spurt danska verjumálaráðharran hvussu nógvir búgva í Føroyum, og sambært svarinum eru teir 16.
Hetta er munandi lægri tal enn tað, sum hevur verið nevnt í kjakinum í Føroyum - og í svarinum verður eisini tikið eitt fyrivarni. Talið kann tískil væl vera hægri.
Fólkatingsmaðurin sigur í hesum sambandi:
"Royndir verða nú gjørdar at savna allar føroyskar veteranar, og vónandi fáa vit skjótt eitt heilt álítandi tal. Men uttan mun til hvussu nógvir teir eru, so eigur tað, sum er komið fram farnu vikurnar, at hava við sær bøttar tænastur til veteranarnar - og, ikki minst, ein broyttan hugburð mótvegis veteranunum í Føroyum."