Føroyingar hava ikki eins góðar møguleikar at fáa ískoyti til at ansa egnum børnum i Danmark, sum danir, EU-borgarar og EØS-borgarar hava. Sjúrður Skaale hevur sett spurnartekin við hetta, og danski ráðharrin lovar nú, at trupulleikin verður tikin við í arbeiðnum við einum lógaruppskoti, sum verður borið í Fólkatingið í vár.
Danska lógin um ansingartilboð (dagtilbudsloven) gevur rætt til eitt ískoyti til teirra, ið vilja ansa egnum børnum. Fyri føroyingar og grønlendingar er hetta millum annað treytað av uppihaldi í Danmark í sjey av seinastu átta árunum. Uppihald í øðrum parti av Ríkinum – also í Føroyum ella Grønlandi – telur ikki við í uppgerðini av teimum sjey árunum. Samstundis er uppihaldskravið als ikki galdandi fyri EU-borgarar og EØS-borgarar, um hesir borgarar eftir EU-rættinum hava krav uppá ískoytið.
- Eg skilji væl, at man gevur egnum borgarum ein framíhjárætt. Tað gera vit eisini í Føroyum. Men í mínari verð sampakkar tað illa við hugsjónirnar um ein ríkisfelagsskap, um man gevur borgarum uttanfyri felagsskapin betri rættindi enn borgarar innanfyri felagsskapin hava. Hetta havi eg støðugt víst á og tí er tað gleðiligt, at danska stjórnin longu í vár tekur trupulleikan við í lógararbeiðið, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðaflokkin.
Fríggjadagin í farni viku setti Sjúrður Skaale danska barna- og sosialráðharranum, Mai Mercado, tveir spurningar um málið. Ráðharrin hevur nú svarað fólkatingsliminum.
- Eg kann visa til, at stjórnin á vári 2017 kemur við einum samlaðum útspæli á ansingarøkinum. Tað hevði verið natúrligt at umráða spurningin í hesum høpinum, sigur Mai Mercado millum annað.
- Eg fari at fylgja málinum komandi tíðina og fari at gera mítt til at tryggja, at ein verulig broyting verður framd ikki bert í orðum, men eisini í verki, sigur Sjúrður Skaale.