Fleiri føroyingar við skattskyldu í Føroyum uppliva trupulleikar, tá pensjónin úr Danmark skal útgjaldast, tí teir fáa av órøttum skattarokning í Danmark. Serliga eru tað fólk innan heilsuøki, løgregluna og nakrir námsfrøðingar. Her er ein yvirskipað vegleiðing fyri, hvussu ein skal bera seg at.
Hesi starvsfólk fáa sum útgangsstøði pensjónina útgoldnað úr donskum pensjónskassa, samstundis sum tey hava skattskyldu í Føroyum. Orsøkirnar til hetta eru tó ymiskar hjá ymsu fakbólkunum.
Vit skulu gera greitt beinanvegin, at pensjónsmál eru einstaklingamál. Tískil er ikki møguligt at gera eina neyva vegleiðing, sum øll kunnu fylgja nágreiniliga. Talan er heldur um eina yvirskipaða vegleiðing, sum kann hjálpa væl á mál.
Fyri at vísa, hvussu ein skal bera seg at, er fyrst neyðugt at lýsa støðuna hjá hvørjum fakbólki:
Orsøkin til avbjóðingina við pensjónum
Heilsustarvsfólk: Pensjónsgjaldið hjá heilsustarvsfólkum er síðani 1. juli 2012 inngoldið til LÍV. Tó hevur ein stórur partur av limunum í dag enn sína gomlu eftirlønaruppsparing í PKA, hóast inngoldið nú verður til LÍV. Tískil skulu tey fáa útgjøld frá bæði PKA og LÍV. Í hesum bólkinum eru fleiri, ið fáa skattarokning úr Danmark, hóast tey hava fulla skattskyldu í Føroyum.
Løgreglufólk: Pensjónsgjaldið til løgreglufólk í Føroyum er ein tænastumannapensjón úr Danmark, sum er umsitin av Udbetaling Damark. Hetta kemst av, at løgreglan er danskt málsøki og tískil danskt tænastumannastarv. Hetta kann skapa avbjóðingar við pensjónini, tí hóast føroyskir politistar hava skattskyldu í Føroyum, uppliva fleiri at fáa skattarokning úr Danmark. Hetta av tí at allar pensjónir í Danmark við lóg eru álagdar at rinda pensjónsavkastskatt í Danmark.
Hóast pensjónsavkastskatturin til danska statin ikki er høgur, so er møguligt hjá føroyingum búsitandi í Føroyum at søkja um frítøku fyri hesum skattinum. Tað verður gjørt á serligum oyðublaði 07.058 hjá Skattestyrelsen. Harfturat má ein F54 váttan útfyllast frá TAKS í Føroyum og sendast til Skat.dk.
Søk um skattafrítøku samstundis sum tú søkir pensjón
Tað mest upplagda er at søkja um skattafrítøku, samstundis sum ein søkir um at fáa pensjón. Hetta kann gerast tveir mánaðir áðrenn, ein ynskir at fáa eftirlønina útgoldna. Í umsóknini til PKA skal ein upplýsa, nær ein ynskir fyrstu útgjaldingina, og samstundis kann ein viðmerkja, at hetta skal útgjaldast, tá Skat Danmark hevur játtað skattafrítøkuna.
Um ein longu er pensjóneraður, men ikki hevur søkt um skattafrítøku, ber væl til at gera tað kortini. Tó ber bert til at fáa skatt, sum er goldin av órøttum, aftur í mesta lagi trý ár aftur í tíð.
Tað kann upplivast fløkjasligt at fáast við hetta. Tí er gott at fylgja hesi vegleiðingini. Um tú hevur trupult við at skilja hana er snilt at biðja onkran hjálpa tær.
*Fyri at trýsta á leinkjurnar í vegleiðingini skalt tú halda á tastaturknappinum ctrl og síðani trýsta á leinkjuna.
Yvirskipaða vegleiðingin fyri skattafrítøku av pensjónsútgjaldi
Teir myndugleikar og stovnar, tú skal venda tær til í hesi tilgongd, eru:
Hevur tú trupulleikar at skilja vegleiðingina ella aðrar spurningar, kanst tú (um tú ert sjúkrarøktarfrøðingur) venda tær til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar á tlf. nr.: +298 31 13 09 ella umvegis teldupost til info@sjukrarokt.fo.
Um tú ert løgreglufólk, kanst tú venda tær til Føroya Politistafelag á tlf.: +298 35 14 48 lok. 5600 ella umvegis teldupost til politistafelag@gmail.com.
Onnur heilsustarvsfólk venda sær til sítt fakfelag