Sjúrður Skaale
Tíðindi09. april 2014
Sjúrður Skaale

Valdsnýtsla millum vinir má halda uppat

Vit mugu hava eina skipan sum tryggjar, at býtið av plagiska fiskinum endurspeglar tann biologiska veruleikan, segði Sjúrður Skaale í íslendskum sjónvarpi í kvøld.

Vanliga valdar friður og forligheit tá Norðurlandaráðið hevur fund, men í dag, tá silda- og makrelstríðið var fyri, fuku neistarnir. Og tað var kanska ikki so løgið eftir tað stríð, ið hevur verið og er.

Men Norðurlendska Ráðharraráðið tekur nú spurningin upp. Ráðið vil vera við til at styrkja vísindaliga grundarlagið undir býtinum og á tann hátt slóa fyri, at betur samsvar verður millum ta mongd av fiski, ið svimur í sjónum hjá einum landi, og tann partin av kvotuni, hetta landið fær.

Tað er Umhvørvisnevndin, har Sjúrður Skaale er næstformaður, sum hevur strongt á fyri at fáa hetta framt. Hann var eisini talsmaður nevndarinnar í dag, og greiddi í kvøld í íslendskum sjónvarpi frá, hví Norðurlandaráðið eigur at taka spurningin upp.

Innslagið sæst her – tað byrjar á 13 min og 10 sek: http://ruv.is/sarpurinn/frettir/08042014-20