Sjúrður Skaale
Lesarabræv24. april 2013
Sjúrður Skaale

Umvegurin til avbyrging

Kjartan Hoydal heldur Danmark hava skyldina av, at vit standa so uttarlaga í ES-høpi. Tí skal Danmark hjálpa okkum innum. Men fyrst skulu vit ein umveg - sum endar í ongum...

Í Dimmuni fríggjadagin viðgerð Kjartan Hoydal kjakuppleggið "Ja til Evropa". Er tað nakar sum hevur royndir innan føroyskuttanlandsviðurskifti, so er tað Kjartan. So eg takki fyri.

Einki í bókini fær Kjartan at hugsa aðrar vegir, enn hann longu ger: "Har er nógv nýtt og nógv gott, men tað nýggja er ikki gott ogtað góða er ikki nýtt", sigur hann.

Eg royni m.a. í bókini at gera upp við fordómarnar, sum altíð læsa kjakið um ES. Men mínar lýsingar "megna ikki at sannføra" Kjartan Hoydal.

Einum er hann kortini samdur við mær í: Føroyar eiga - sum restin av Evropa - at gerast partur av innara marknaðinum í ES.

Men inn í ES skulu vit kortini ikki. Kjartan heldur, at vit skulu hava limaskap í EFTA. Og síðani skulu vit hava eina avtalu við ES, sumger okkum til part av innara marknaðinum. Eina EBS-avtalu. EBS merkir Evropeiskt Búskaparligt Samstarv, og tað er eina slíka avtalu, Noreg og Ísland hava.

 

Teori 1

Sum eg áður havi sagt, so er hetta ein ógvuliga trupul og órealistiskur vegur at fara. Ikki minst orsaka av, at bæði EFTA-felagsskapurin og EBS-sáttmálin bert eru fyri lond, sum hava fullveldi.

Men teoretiskt ber tað til. Tað eru tveir møguleikar. Annar er hesin: 

Fyrst skulu vit skipa Føroyar sum fullveldi. Tað krevur stóra politiska broyting í Føroyum og nýggjar fullveldissamráðingar við Danmark.

Síðani skulu vit samráðast við EFTA-londini um limaskap. 

Síðani skulu vit samráðast um at gerast partur av EBS-sáttmálanum, sum hevur 31 sáttmálapartar: Trý av EFTA-londunum, øll ES londini og ES-Kommissiónina.

Vit skulu gera hetta einsamøll, og aftaná skulu vit umsita alt einsamøll. Tað er ein sera tung og krevjandi uppgáva.

Eg eri bangin fyri, at velja vit hetta, kemur føroyskt vinnulív at bíða í nógv, nógv ár eftir eini loysn. Og tað mest sannlíka er, atloysnin aldrin kemur.

 

Teori 2

Hin teoretiski møguleikin er, at grundarlagið undir bæði EFTA-felagsskapinum og EBS-sáttmálanum verða broytt, soleiðis at Føroyar sleppa við, hóast vit ikki eru eitt land við fullveldi.

Eisini hetta er órealistiskt. Og tað vísa royndirnar eisini.Vit hava roynt tað í mong ár, og eru ongan veg komin.

Kjartan heldur tað kortini vil bera til. Men treytin er, at Danmark hjálpir okkum. Og tað heldur Kjartan, at Danmark skal!

Hann vísir á, at tá Danmark fór úr EFTA og inn í EF í 1973,meldaði Danmark eisini Føroyar úr EFTA - uttan at spyrja føroyingar eftir. Tísigur hann at: "Danska skipanin skyldar Føroyum at rætta tann grova feilin, tey gjørdu í 1973, og seta inn við øllum stuðli til føroyska ynskið um at fáa limaskap í EFTA og EBS."

Hóast Danmark als ikki er limur í EFTA, so hevur Kjartan øgiliga stóra tiltrúgv til, at Danmark kann fremja hesa loysn fyri okkum. Ogvit tosa altso um eina loysn, sum er í stríð við grundleggjandi sáttmálarnar í bæði EFTA og EBS.

Men sambært Kjartani er tað lættasta sak av verðini - bara Danmark kemur upp í leikin: "Tað kostar Danmark einki, kanska eitt orðaskifti við ES-myndugleikar", sigur hann.

Eg skilji einki av hesum. Heldur Kjartan Hoydal veruliga, at vissi bara Danmark tosar við ES-myndugleikar, so sleppa Føroyar inn í EFTA???

Í bókini sigi eg, at føroyingar ofta halda Danmark vera nógvstørri og máttmiklari, enn Danmark er. Men eg havi ongantíð sæð nakran hava so stórt álit á Danmark sum tað, ið Kjartan Hoydal her leggur fyri dagin. So stórt vald hevur sjálvt ikki USA...

 

Hví ikki fara beinleiðis?

Skuldi tað nú kortini eydnast at fingið limaskap í EFTA og EBS, so skulu Føroyar seta í verk alla ES-lóggávu, sum snýr seg um innara marknaðin. Tað eru umleið 70% av øllum ES lógum. Vit fáa onga ávirkan á nakað -hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis.

Og skulu vit umsita alt hetta sjálv, krevur tað eitt nógv størri og dýrari embætisverk enn tað, vit hava.

Men sannleikin er, at hetta førir ongan veg. Hetta er ikki bara ein umvegur til málið - tað er ein umvegur til avbyrging.

Tí havi eg hug at spyrja Kjartan:

Tá nú Danmark skal hjálpa okkum at fara henda knortluta umvegin fyri at gerast partur av innara marknaðinum í ES - hví so ikki heldur biðja Danmark hjálpa okkum at fara beinleiðis til ES?

Hví ikki bypassa bæði EFTA og EBS og fara beina kós eftir tí, okkum tørvar?

Sjálvur havi eg ikki líka stóra tiltrúgv til Danmarkar máttog megi sum Kjartan. Ivist eisini í, hvussu stóran týdning ein 40 ára gamal"grovur feilur" hevur í dag.

Men um Danmark veruliga kann slóða okkum veg til innara marknaðin gjøgnum bæði EFTA og EBS, mann Danmark so ikki eisini kunna stuðla okkum at fáa neyðug undantøk í eini samráðing beinleiðis við ES?