Sjúrður Skaale
Lesarabræv18. april 2013
Sjúrður Skaale

Um samstarv við landsstýrið

At Javnaðarflokkurin á Fólkatingi samstarvar við landsstýrið um ávís mál, er í samsvari við givin lyfti

Fríggjadagin var eg saman við Jørgen Niclasen á fundi við danska vinnumálaráðharran um tvey ymisk mál.

Fleiri hava spurt hvussu hetta ber til,tá nú Jørgen er landsstýrismaður, og Javnaðarflokkurin er í andstøðu. Á tingfundinum mikudagin bleiv hetta eisini tikið upp til kritiska viðgerð.

Eg skal tí greiða frá.

 

Samstarvvið meirilutan  

Upp undir fólkatingsvalið søgdu vit, at fekk Javnaðarflokkurin annan av sessunum, fóru vit ikki bara at umboða Javnaðarflokkin, men allar føroyingar. Vit søgdu eisini, at vit ikki fóru at draga føroyskar ósemjur til Danmarkar. ”Vit fara ikki at heingja okkara skitnu klæðiá snór á Christiansborg”, sum tað bleiv sagt.

Harumframt søgdu vit, at tá tað snýr seg um mál, sum eru "gagnlig fyri Føroyar", fara vit at samstarva við tann meiriluta, sum situr í Føroyum – eisini, um Javnaðarflokkurin ikki er partur av samgonguni.

Tað er gjørt í fleiri førum – og eg skal her greiða frá, hví tað bleiv gjørt fríggjadagin.

 

SIFI
Høvuðsmálið var um teir sonevndu SIFI-bankarnar. 


Danska stjórnin fyrireikar eina skipan sum skal gera, at ávísir bankar, sum erupúra avgerandi fyri samfelagið, ikki skulu kunna hvørva. Hesir verða á donskumnevndir “systemiske banker”.

Aksel Johannesen reisti spurningin um,hvørt føroyskir bankar kunnu koma við í skipanina - fyrst sum landsstýrismaðurog síðani tá hann hevði sæti á fólkatingi í fjør.


Málið er trupult, tí føroysku bankarnir kunnu ikki vera við eftir somu treytumsum teir donsku. Bæði tí føroyska samfelagið er so nógv øðrvísi, og tí okkarabankar, samstundis sum teir eru sera stórir í Føroyum, eru smáir í mun til teirstóru í Danmark.


Tí havi eg, saman við Jørgeni Niclasen og hansara fólki, virkað fyri at fáa ílag eitt samstarv sum ger, at fíggjarmálaráðið frá byrjan kann vera við íarbeiðinum við hesi skipan.

Tað var hetta, sum bleiv avtalaðfríggjadagin.

Føroyingar høvdu lítla ávirkan á taðsum hendi, tá bankakreppan rakti í 1992. Vit høvdu heldur onga ávirkan á bankapakkarnar- og tá Eik fór, var kreppustýringin merkt av iva og ótryggleika.

Nú kann landsstýrið – í samráð viðallar viðkomandi føroyskar partar - ávirka nýggju skipanina, so Føroyar kunnufáa lut í tí tryggleika, sum endamálið er at skapa.

Tað er als ikki avgjørt, um føroyskubankarnir skulu vera við í skipanini. Tað skal løgtingið sjálvsagt gera av, tátann dagur kemur - og tað hendir bert, um skipanin verður nøktandi fyri okkum.

Men nú kunnu vit fáa kunning og ávirkanfrá byrjan. Og tað er avgjørt ”gagnligt fyri Føroyar”.

 

Flogvøllurin

Hitt málið snúði seg um at taka peningúr Íleggingargrunninum at rinda fyri at beina burtur dynamittið, sum varðfunnið við flogvøllin.

Landsstýrið kundi kravt, at Danmark rindarfyri hetta, tí dynamittið varð lagt, meðan Danmark hevði ábyrgd av vøllinum.

Men sum eg skilji er málið ógreitt juridiskt.Verður ein sak reist, tekur hon drúgva tíð – og tað er ikki vist, atlandsstýrið vinnur. Um bíðast skal eftir einum rættarmáli, má peningurin fyriat gera terminalin lidnan tí antin takast úr landskassanum – ella má arbeiðiðsteðgast.

Eg havi ikki havt ávirkan á hesa avgerðlandsstýrisins. Eg havi heldur ikki verið heitasti talsmaður fyri útbygginginií Vágum. Men tað hevði ikki verið ”gagnligt fyri Føroyar”, um hon steðgaði nú. Ogvið loysnini, landsstýrið hevur valt, er møguleikin fyri rættarmáli framvegis tilstaðar.

Tí havi eg boðað stjórnini frá, at eg stemmifyri hesum - treytað av, at meirilutin á Løgtingi eisini ger tað.

Summa summarum: At samstarva viðlandsstýrið um ávís mál er at halda eitt vallyfti. At nokta at samstarvað viðlandsstýrið hevði verið at brotið eitt vallyfti.