Tíðindi20. maj 2022

Tvær tungur tosa onkuntíð greiðari enn ein

Tað er ikki altíð, at Føroyar og Danmark vilja tað sama. Tað er ikki altíð, at vit siga tað sama. Fyri summi er hetta ein trupulleiki. Sjúrður Skaale greiddi á fólkatingi í dag frá, at hetta heldur er ein styrki.

Uttanríkispolitikkur

Í dag greiddi Mette Frederiksen, forsetisráðharri, frá frágreiðingini um ríkisfelagsskapin. Efitrfylgjandi svaraði hon spurningum frá grønlendsku og føroysku umboðunum. Í hesum sambandi tosaði Sjúrður Skaale um, hvussu týdningarmikið tað er, at uttanríkis- og verjupolitiskar avgerðir, sum viðvíkja Føroyum, verða tiknar í Føroyum. Hóast hetta formliga ikki eru yvirtikin málsøki. 

- Vit mugu kunna vera ósamd og taka ymiskar avgerðir, eisini á hesum øki. Tað er eisini tað, sum hendir. Tá Føroyar taka egnu støðu til tiltøk móti Russlandi, so orsøkin, at trygdarpolitikkurin reelt er fluttur til Føroya. Og soleiðis skal tað vera. Einsrætting og felagsskapur eru hvør sítt, sigur Sjúrður Skaale.