Sjúrður Skaale
18. november 2016
Sjúrður Skaale

Tríggjar milliónir til Gamla Hospital

Sjúrður Skaale hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um, at Gamla Hospital skal setast í stand. Ætlanin er at nýta tað til heilsusavn

Tingingarnar um donsku fíggjarlógina er nú lidnar, og ein partur av úrslitinum er, at eitt av Føroya virðismestu fornminnum - Gamla Hospital - verður sett í stand.

Gamla Hospital er nærum 200 ára gamalt. Tað varð bygt í 1829, og bleiv brúkt í knøpp hundrað ár - inntil Dronning Alexandrines Hospital bleiv tikið í nýtslu í 1924.

Tórshavnar Skipasmiðja keypti bygningin í 1975, og ætlaði um aldarskiftið at taka hann niður, tí økið skuldi nýtast til annað virksemi.

Tá bleiv ein áhugabólkur stovnaður, sum setti sær fyri at bjarga hesum serstaka fornminni. Hann nevnist Sjálvsognarstovnurin Gamla Hospital. Í hesum stovni eru Føroya Forngripafelag, Læknafelag Føroya, Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Arkitektafelag Føroya og Havnar Handverksmeistarafelag.

Endin var, at Skipasmiðjan læt áhugabólkinum hospitalið sum gávu, og Tórshavnar Kommuna læt teimum eitt øki, sum bygningurin kundi flytast til.

Selt trý hús 
Hospitalinum kravdi nógvar ábøtur, men striltið hevur gingið at fáa føroyskar myndugleikar at síggja virði í hesum bygningi og teirri søgu, hann goymir.

Til tess at fáa fígging hevur Føroya Forngripafelag tí selt tríggjar ognir fyri tilsamans tríggjar milliónir. Allir pengarnir eru farnir til at seta hospitalið í upprunaligan stand uttan. Nógv sjálvboðið arbeiðið er eisini gjørt.

Hetta er nú nærum liðugt uttan, men innan skal nógv gerast. Og pengarnir eru uppi.

Tí tók Mortan Winther Poulsen, formaður í Forngripafelagnum, fyri nøkrum árum upp samband við fólkatingsmann Javnaðarfloksins til tess at vita, um hann kundi gera nakað.

Undir samráðingunum um donsku fíggjarlógina í heyst hevur eydnast at sannføra donsku stjórnina um at koma inn í málið. Grundarlagið var áhugaverda tilfarið, sum Sjálvsognarstovnurin Gamla Hospital hevur latið gera, eins og víst hevur verið til, at hetta bæði er føroysk og donsk søga.

Heilsusavn 
Tað verður mett at kosta umleið 4,5 milliónir at gera alt liðugt, so hesar tríggjar milliónirnar eru ikki nóg mikið. 
Men eftir at Forngripafelagið hevur lagt tríggjar milliónir í og Fólkatingið nú kemur við trimum, er vónin, at t.d. landið og Tórshavnar Kommuna fara at vísa málinum størri ans.

Og tað er ikki einans sum fornminni, at bygningurin hevur virði. Ætlanin er ikki bara at lata hann standa sum eitt heilsusavn, men eisini at nýta hann til virksemi, sum er knýtt at heilsuverkinum.

Eitt uppskot er, at hann skal nýtast sum Fountain House í staðin fyri tey sera smáu húsini, sum í dag verða nýtt til hetta endamál.