Tíðindi20. april 2012

Tók Føroyar fram um stjórnina í makrelmálinum

Aksel V. Johannesen, sum umboðar Javnaðarflokkin á Fólkatingi, tók í dag Føroyar fram um stjórnarsamstarvið, tá hann atkvøddi ímóti at geva stjórnini mandat til at atkvøða blankt til rammuuppskotið mótvegis Føroyum og Íslandi í makrelmálinum.

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og fólkatingsumboð fyri flokkin.

Danski fiskimálaráðharrin, Mette Gjerskov, skuldi í dag hava mandat frá Europanevndini á Fólkatingi, til at atkvøða blankt til rammuuppskotið frá ES-kommisjónini.

Til fundin legði formaður Javnaðarfloksins dent á, at Javnaðarflokkurin er nøgdur við, at danska stjórnin - eftir drúgvar tingingar við Sjúrð Skaale - leggur dent á at tryggja, at um ítøkiligar sanktiónir skulu setast í verk, skulu grundgevingarnar vera í tráð við altjóða reglur, so sum WTO og altjóða Havrættarsáttmálan.

Hann er somuleiðis nøgdur við, at Danmark, um neyðugt, vil føra sak fyri Føroyar í ES-dómstólinum og umboða Føroyar í WTO. Tað hevði tó, sambært formanni Javnaðarfloksins, verið best, um Danmark atkvøddi nei til uppskotið, tá tað kemur fyri.

Aksel Johannesen staðfesti tí, at makrelmálið er so mikið principielt fyri Føroyar, at hann ikki kann taka undir við at atkvøða blankt í málinum. Tískil atkvøddi formaður Javnaðarfloksins ímóti at geva Danmark mandatið

- Sjálvandi skulu vit fiska burðardygt, men í hesum føri tilskilar ES sær rættin til at gera av, hvør veiðir burðardygt og ikki. Tað kann eg ikki góðtaka, sigur Aksel Johannesen.

Sara Olsvig, sum umboðar Inuit Ataqatigiit, hevði somu støðu og atkvøddi tí saman við Javnaðarflokkinum.

Fiskimálaráðharrin fekk tó sítt mandat at atkvøða blankt, tí stjórnin stóð saman um uppskotið, og stuðulin frá størsta andstøðuflokkinum, Vinstra, tryggjaði teimum ein greiðan meiriluta.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum fegnast tó um góða samstarvið, sum higartil hevur verið millum stjórnarflokkarnar og Javnaðarflokkin. Hetta hevur ávirkað stjórnina so mikið, at hon nú ikki atkvøður fyri uppskotinum, sum kann hava sanktiónir mótvegis Føroyum við sær, ið millum onnur tey Konservativu og Liberal Alliance mæltu til.

Øll viðgerðin sæst her: http://www.ft.dk/webtv/video/20111/euu/28.aspx?i=2012-04-20T12:08:21

Viðmerkingin hjá Aksel í fyrstu rundu byrjar her: http://www.ft.dk/webtv/video/20111/euu/28.aspx?i=2012-04-20T12:25:40

Viðmerkingin hjá Aksel í aðru rundu byrjar her: http://www.ft.dk/webtv/video/20111/euu/28.aspx?i=2012-04-20T12:59:36

Niðurstøðan hjá Vinstra sæst her: http://www.ft.dk/webtv/video/20111/euu/28.aspx?i=2012-04-20T13:03:47