Sjúrður Skaale
Lesarabræv13. april 2013
Sjúrður Skaale

Tobbi – sambandsins stóri skansi

So kom Tobbi upp í kjakið um ES. Men hann prædikar púra blint evangeliið frá 1946. Skal tað fylgjast, verða Føroyar avbyrgdar. Tí vit kunnu ikki loysa út í tóman heim. Skulu vit siga nei til ríkisfelagsskapin, mugu vit fyrst siga ja til ES.

So kom Tobbi upp í kjakið um ES. Men hann prædikar púra blint evangeliið frá 1946. Skal tað fylgjast, verða Føroyar avbyrgdar. Tí vit kunnu ikki loysa út í tóman heim. Skulu vit siga nei til ríkisfelagsskapin, mugu vit fyrst siga ja til ES

Í vikuni viðgjørdi Tobbi mítt íkast til kjakið um Føroyar og ES. Men substansurin í tí, hann segði, var ikki tann nógvi – næstan bara partapolitiskt og persónligt briksl.

Tað sindrið, sum var av politiskum innihaldi, skygdi hinvegin so skært sum ein glerpípa í sólini. Og tað kann samanfatast í tveimum orðum: Loysing fyrst! 

Men henda politiska strategi er ikki bara veruleikafjar – hon kann enda við heilt at avbyrgja Føroyar.

 

Partur av heiminum

Tobbi sigur, at “sjálvandi skulu Føroyar vera ein partur av heiminum”.

Her er vit púra samdir, tí Føroyar eru alt ov avbyrgdar sum er. Vit standa, sum einasta evropeiska land, heilt uttanfyri tað renslið í ES har vørur, tænastur, fólk og kapitalur hava frítt at fara.

Samstundis eru Føroyar búskaparliga fullkomiliga tengdar at ES, og okkara vinna kappast móti londum, sum nærum øll, so ella so, eru partur av samveldinum.

Hetta hevur sín prís. Á fundum um Føroyar og ES, sum eg havi skipað fyri farnu vikurnar, hava vinnulívsfólk m.a. víst á hesar avleiðingar av, at vit standa so uttarlaga í evropeiska samstarvinum:

1) Nógv tann størsti parturin av okkara útflutningi fer til ES – men vit eru í støðugum vanda fyri at missa atgongdina til henda marknað.  

2) Vit eru ikki fevnd av teirri standardiseraðu og stabilu lóggávuni í ES, og tí draga Føroyar nógv færri útlendskar íløgur til sín enn ES-londini.

3) Ítøkiligar ætlanir um at keypa triðjalandsfisk, virka hann í Føroyum og selja hann á ES-marknaðinum eru sleptar, tí tollurin er ov høgur.

4) Vit eru ikki partur av handilsavtalum, sum ES ger við onnur lond. Hetta steingir okkum reelt úti frá stórum marknaðum.

 

Loysing fyrst

Sum eitt lítið fiskivinnuland er trupult at koma inn í evropeiska hitan uttan at rinda ein høgan prís - og tí mugu allir møguleikar roynast.

Men tað heldur Tobbi ikki. Hansara boð eru einføld:  “tann einasta støðan, sum kann gera okkum til ein javnbjóðis part í altjóða samfelagnum, tað er at loysa Føroyar statsrættarliga frá Danmark, at skipa nationalstatin og síðani at fara undir at reka okkara egna uttanríkispolitikk. Tástani ber til at tosa um, hvørjar alliansur vit skulu gera í heimssamfelagnum”.

Við øðrum orðum: Loysing fyrst!

Hetta er boðskapurin frá 1946. Ikki endurmettur, ikki lagaður til dagsins veruleika - bara endurtikin.

Men verðin er ikki tann sama í dag sum í 1946. Tá skuldu vit loysa fyri at fáa “fult sjálvræði”. Í 2013 hevur einki land fult sjálvræði. Vinna, arbeiðsmarknaður, valuta, verjumál – alt fer um landamørk. Sjálvt viðurskifti, sum eru heilt avgerandi fyri nationala suverenitetin, hava evropeisku londini latið frá sær til ES.

Skulu Føroyar loysa frá Danmark í dag, mugu vit fyrst vera partur av einum øðrum høpi. Vit mugu hoyra til okkurt. Vit mugu vera ein samrunnin partur av onkrum.

Men Tobbi heldur, at vit fyrst skulu loysa, og tástani fara at tosa um, hvat vit skulu hoyra til.

Maðurin er gløggur. Hann veit væl, at hetta ikki ber til. Skulu vit siga NEI til ríkisfelagsskapin, mugu vit fyrst siga JA til ið hvussu er norðurlendska samstarvið, NATO – og ES.

Tá presturin in spe kortini blívur við at prædika evangeliið frá 1946, so er orsøkin helst, at hann hvørki torir ella dugir at rætta kós. Hann er frystur fastur í teimum hugmyndum, sum hugtóku hann á ungum árum, og fær ikki flutt seg. Retorikkurin um “republikkina” og “danska kolonialismu” livir sítt egna lív – ógvuliga langt frá veruleikanum.

Teoretiskt ber til at útrópa Føroysku republikkina út í tóman heim. Men føroyingar fara aldrin at taka undir við at tveita landið út í so stóra óvissu.

Tí sigi eg míni lítlu bók um ES, at tað serliga er loysingarvongurin, sum átti at tikið undir við fastari tilknýti til ES. Tann dag vit ERU partur av skipanunum í ES, er loysingin frá Danmark ein møguleiki – neyvan fyrr.

 

Tragikomiskt

Tobbi ger nógv burturúr, at eg ikki meini akkurát tað sama í dag, sum eg gjørdi fyri árum síðani.

Nógv væl klipt og stuttlig brot um hetta sirkulera eisini á internetinum – og stuttligt er tað. Hevur nakar grinið at fólki, so er tað eg – so tað má eg tola.

Og eg kann ikki so væl arga afturímóti, tí Tobbi hevur aldrin justerað sína meining. Hann segði loysing í gjár, hann sigur loysing í dag – og hann fer at siga loysing til hann doyr.

Loysing áðrenn vit rudda politisku skipanina og skipa okkum í blokkar upp til valini. Loysing áðrenn vit stíga út úr Danmarkar skugga, og gerast partur av evropeisku familjuni. Loysing áðrenn vit tryggja okkara virkjum somu møguleikar sum kappingarneytarnir. Loysing áðrenn vit fáa egna grundlóg.

Hetta er ikki so stuttligt – men eitt sindur tragikomiskt er tað. Tí eitt er, at hann ikki trýr uppá tað sjálvur. Nakað annað og meira álvarsamt er, at hetta ger Tobba og hansara partamenn til størstu konservativu kraft í samfelagnum.

Sannleikin er jú, at seta vit “loysing” sum fortreyt fyri tí, sum má og skal gerast – so gera vit einki. Avleiðingin av “loysing fyrst” politikkinum er, at Føroyar gerast støðugt meira avbyrgdar í heimssamfelagnum.

Tobbi sigur í greinini, at Javnaðarflokkurin er “mesti sambandsflokkur í landinum”. Men um sambandspolitikkur merkir, at einki skal henda, so er “loysing fyrst”-politikkurin landsins svartasti sambandspolitikkur.

 

Ja til NASA...

Tá nú Tobbi hevur so stóran áhuga fyri hvat eg havi sagt fyrr, skal eg endurgeva úr eini flaggdagsrøðu, sum eg helt í 2009 – altso meðan eg umboðaði Tjóðveldi á tingi.

Í røðuni kritiseraði eg sambandsvongin fyri at “liva í falskari trúgv á, at so leingi vit bara kunnu verma okkum undir Danmarkar veingjabreiði, so er eingin vandi.”

Men eg segði eisini at “Loysingarvongin hevur alt ov leingi læst seg fastan í eina kós, sum undirtøka ikki er fingin fyri, og sum eisini hevur hildið lív í stundum patetiskum tosi um órætt í sambandi við eina fólkaatkvøðu, sum var hildin fyri 62 árum síðani.”

Í eini varligari tilsping til ES segði eg soleiðis: “Úrslitið av okkara politiska skotgravastríði er, at vit nú eru einasta land í Evropa, sum stendur uttanfyri teir stóru evropeisku felagsskapirnar av londum. Vit hava ikki kunnað samst um nakað, og tí hava vit nærum ongar brýr bygt uttan ta stóru til Danmarkar.

 

Men vit mennast ikki av at vera verandi eitt danskt heimastýri í allar ævir. Og tað er vitleyst at loysa bara fyri at skipa ein avbyrgdan mikrostat í norðuratlantshavi.

 

Vit mugu byggja brýr til hvønn annan, og síðani mugu vit byggja brýr til onnur. Vit mugu gera okkum greitt, at tíðin er farin frá at Merkið skal umboða eitt land og eina tjóð, sum liggur isolerað fyri seg sjálva.”

Nógv tjóðveldisfólk søgdu seg vera samd í hesum – men frá øðrum komu viðmerkingar, sum veruliga fingu meg at ivast í, um eg var í røttum flokki. Tí tey søgdu ikki bara nei til ríkisfelagsskapin. Tey søgdu eisini nei til ES. Og nei til NATO.

Eftir landsfund Tjóðveldisins skilji eg, at flokkurin kortini sigur ja til ein ikki-eksisterandi felagsskap, sum kallast NASA...

Tað er gott at hava dreymar í politikki. Men politikkur snýr seg eisini um at fáa tað besta burturúr tí, sum ber til.

“Loysing fyrst”-strategiin ber ikki til. Og ikki bara tað: Hon er ein forðing fyri tí, sum kanska ber til.

Merkið - fyri seg sjálvt ella saman við øðrum?