ES hevur ikki grundarlag fyri sanktiónum móti Føroyum og Íslandi, hetta boðar Mette Gjerskov, danski fiskimálaráðharrin frá í dag á fundinum í Evropanevndini. Her kanst tú síggja videobrot frá fundinum
Ongar sanktiónir á hesum sinni.
Fundur var í Evropanevndini í dag, har Mette Gjerskov, fiskimálaráðharri, boðaði frá, at ES ikki fer at seta tiltøk í verk móti Føroyum og Íslandi í 2013.
Sjúrður Skaale fegnaðist á fundinum um, at ES við hesum ásannar, at Samveldið er við til tann ovfiskiskap eftir makreli, sum fer fram.
Tú kanst síggja brot frá fundinum her.