Grein10. maj 2022

Theodor, prestur: Tað er ikki altíð rætt at gera tað lætta

- Tað er ikki altíð lætt at gera tað rætta. Men tað er heldur ikki altíð rætt at gera tað lætta, sigur Theodor Eli Dam Olsen, prestur, sum var ein av fyrlestrahaldarunum til ráðstevnuna: Sig mær hvørjum tú fylgist við.

Uttanríkispolitikkur

Theodor Eli Dam Olsen, prestur

Áhugin fyri spurninginum um, hvørjum Føroyar skal fylgjast við, er stórur. Tað sást aftur á uppmøtingini til ráðstevnuna, sum varð hildin á Hotel Føroyum mikudagin í síðstu viku.

Ein av fyrilestrarhaldarunum var Theodor Eli Dam Olsen, prestur. Hann segði millum annað: Eitt nýtt kríggj er byrjað. Tað er ikki altíð lætt at gera tað rætta. Men tað er heldur ikki altíð rætt at gera tað lætta. Tað er neyðugt at taka støðu og siga frá. 

Ráðstevnan er liðug, men spurningurin er enn viðkomandi; tí um tú sigur mær hvørjum tú fylgist við, so skal eg siga tær, hvør tú ert.

Síggj ráðstevnuna í fullari longd her: (29) Sig mær hvørjum tú fylgist við - YouTube