Undir Fólkatingsins floksleiðaraorðaskifti, vísti Sjúrður á óhepna múrin, sum steingir býin av frá vakra garðinum hjá Ríkisumboðnum.
Í dag var sonevnda floksleiðarakjakumfar í Fólkatingssalinum, og var hetta fyrstu ferð, at norðuratlantisku umboðini luttóku.
Seinastu vikurnar hevur verið kjak um hvørt múrurin, sum innilokar garðin hjá Ríkisumboðnum, allan vegin omaneftir Áarvegnum í Havn, eigur at takast niður.
Súmbolikkurin er tjúkkur í hugaheiminum hjá Sjúrði Skaale, sum helt tað vera ótíðarhóskandi, at danska umboðið í Føroyum er avbyrgt frá føroysku borgarunum við einum høgum múri, og enntá á einum av landsins bestu adressum.
- Hvørt tað er tilætlað ella ikki, umboðar múrurin eina valdsarrogansu. Donsku embætismenninir vórðu innanfyri múrin; lokalu borgarirnir uttanfyri. Múrurin súmboliseraði eitt vald yvir føroyska fólki, samstundis sum tað varð avbyrgt frá fólkini, segði Sjúrður Skaale í síni framsøgurøðu, tá ið hann greiddi frá søguliga samanhanginum.
At enda eggjaði føroyski fólkatingsmaðurin Mette Frederiksen at taka súmbolikkin til eftirtektar, tí tað ikki longur endurspeglar veruleikan í ríkisfelagsskapinum, nú vit skriva 2021.
Danski stjórnarleiðarin og aðrir fólkatingslimir við, tóku væl í móti uppskotinum hjá Sjúrði.