Sjúrður Skaale
Lesarabræv13. september 2011
Sjúrður Skaale

Tað snýr seg IKKI um partapolitikk

Tak tær partapolitisku brillurnar av nøsini, tá tú fert á val

Hvat er at gera á fólkatingi?

Well - tað finst eingin manualur. Tann, sum verður valdur, má sjálv/ur gera av, hvussu sessurin skal nýtast.

Javnaðarflokkurin hevur ta hugsan, at starvið er í trimum:

Eitt er tann reint politiski parturin, har tað ræður um at fáa ávirkan á mál, sum hava við Føroyar at gera.

Javnaðarflokkurin hevur ta støðu, at vit IKKI bara skulu umboða føroyskar javnaðarveljarar, men allar føroyingar.

Tá ósemja er um eitt mál í Føroyum, fara vit loyalt at bera fram meirilutans sjónarmið. Eisini tá hetta ikki er í fullum samsvari við tað, sum okkara umboð sjálvt meinar. Innanhýsis, føroyskt kegl hoyrir ikki heima á fólkatingi.

Annar parturin av starvinum snýr seg um umboðan. Um at gera vart við og verja føroysk sjónarmið mótvegis øllum viðkomandi pørtum.

Triði parturin snýr seg um at skapa sambond millum útisetarnar og føroyska samfelagið.

Hetta snýr seg altso IKKI um føroyskan partapolitikk. Tað snýr seg snøgt sagt um at seta tann best egnaða persónin í eitt starv.

Og minsta krav er sjálvsagt, við viðkomandi leggur alla sína orku í starvið.