Fólk, sum eru útbúgvin á donskum lærustovni, sleppa beinleiðis í danskan A-kassa. Tey hava eisini kunnað farið til onnur ØES og ES-lond við hesum fíggjarstyrki í tríggjar mánaðir – men eru tey farin til Føroya, hava tey mist stuðulin.
Hetta hevur gjørt, at nógvir føroyingar ikki eru farnir til Føroya at leita sær starv, tí hevur teir hvørki kunnað verið í danska A-kassanum ella í ALS.
Millum yvirskipaðu málini hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi er at gera tað smidligari hjá føroyingum at koma heim eftir loknan lestur, og ein partur av hesum er at beina burtur marknaforðingar, sum eru millum Danmark og Føroyar.
Og 1. januar kemur broytingin, sum eru fingin í lag eftir gott samstarv millum fleiri partar. Vinnumálaráðið fer í næstum formliga at gera avtaluna við danskar myndugleikar, og frá 1. januar 2015 kunnu føroyingar koma til Føroya í tríggjar mánaðir uttan at verða koyrdir úr danska A-kassanum.