Henda greinin varð prentað í mai í ár - sama dag, sum atkvøtt varð um stjórnarskipanina á tingi. Tíverri hendi júst tað, sum eg óttaðist fór at henda...
Í dag kann arbeiðið at smíða okkara fólkaræði eitt sjálvstøðugt grundarlag fáa ein syndarligan enda
Stundum er tað besta tann størsti fíggindin hjá tí góða.
Vit hava ymiskar meiningar um hvat tað besta er - men vit kunnu sum oftast semjast um, hvat er gott.
Tí má tann, sum skal gera politiskar semjur, vera til reiðar at ofra tað, sum hann sjálvur heldur vera best, fyri at kunna fremja tað, sum øll halda vera gott.
Tað er júst hetta - viljin til at ofra tað besta fyri at fáa tað góða - sum skilir pragmatikaran frá fundamentalistinum.
Arbeiðið við stjórnarskipanini hevur verið merkt av felags vilja til at fremja tað, sum er gott.
Men nú, tá sannleikans tími er komin, er stórur vandi fyri, at tað ikki fer at eydnast.
Nakrir politikarar vilja ikki víkja frá tí, sum teir persónliga halda vera best, til tess at kunna fremja tað góða. Tí kann uppskotið í dag antin verða sent aftur í nevndina (tað er tað sama sum at kvala tað), ella kann tað verða felt.
Semjan ikki nóg breið
Ymiskar orsøkir eru til mótstøðuna.
Jákup Mikkelsen hevur hug at koyra málið aftur í nevnd - har tað hevur verið nú í 12 ár - tí meirilutin er ikki nóg stórur.
Tað besta hevði verið, at tað var full semja. Tað er greitt. Men tað góða er, at tað er breið semja.
Og vissi fleiri ikki vilja vera við í teirri breiðu semjuni, tí hon ikki er nóg breið, so er skjótt at tann breiða semjan hvørvur. So ofra vit tað góða - ta breiðu semjuna - tí vit ikki fáa tað besta, sum hevði verið tann fulla semjan.
Tey, sum við hesi grundgeving vilja koyra málið aftur í nevnd skulu eisini gera sær greitt, at tey, í staðin fyri at styrkja tann pragmatiska og semjusøkjandi partin av tinginum, latið valdið upp á hendurnar á teimum víðgongdu.
Fosturtøka
Jenis av Rana heldur tað besta vera forboð móti fosturtøku, og krevur tí, at vit í rættindapartinum siga, at "Øll eiga rætt til lív og trygd, eisini ófødda barnið".
Tað fæst ikki meiriluti fyri hesi - eftir hansara tykki bestu - orðingini. Men eftir stendur tann góða orðingin, sum sigur "Øll eiga rætt til lív og trygd".
Verður hendan orðingin samtykt, er hon eitt gott amboð í hondunum á teimum, sum virka fyri eini strangari fosturtøkulóg. Tá skal bara argumenterast fyri, at orðið "øll" eisini fevnir um fostur. Hinvegin skal tann, sum vil loyva fosturtøku, argumentera fyri at "øll" IKKI umfatar fostur.
Stjórnarskipanin gevur rúmd fyri øllum. Hon endar ikki kjakið um fosturtøku. Men hon gevur tí eitt nógv betri fokus, enn tað hevur havt.
Tað er gott. Men fær minnilutin ikki tað besta, vil hann einki hava. Tað besta forðar fyri tí góða.
Ov ómentað tingfólk
Kári á Rógvi sigur seg nú vilja venda aftur til gamla uppskotið, "Fyrra flaggdagsálit", sum varð gjørt í 2004.
Tað fer at bera til eftir valið, sigur hann í áliti sínum, tí tá eru helst "fleiri mentaði og hugaði fólk vald á ting."
"Politik ist die Kunst des Möglichen", segði Bismarck. Politikkur er kynstrið at fremja tað, sum ber til undir teimum givnu umstøðunum. Og tað tilfarið, sum vit hava at gera politikk burturúr, eru nú einaferð tey fólk, sum eru vald á ting.
Kári heldur helst, at tað besta hevði verið, at øll tingfólk vóru líka mentað sum hann. Tað er ikki hissini stjórnarskipan, vit tá høvdu fingið.
Men tað góða er, at vit eru onnur, sum gjarna vilja geva okkara íkast, hóast vit intellektuelt eru nakað avmarkað.
Kári hevur ikki tað, sum eftir hansara tykki hevði verið tað besta. Og tað fær hann aldrin. Heldur ikki eftir næsta val fara 33 Kárar á Rógvi at sita á tingi.
Men Kári hevur tað góða. Tað er tað hann ofrar, tí hann ikki fær tað besta.
Tjóðveldi
Tað mest óvæntaða og harmiliga er, at tað eisini er mótstøða í Tjóðveldinum. Fólk spyrja hví - men eg skilji tað rætt og slætt ikki. Eftir mínum tykki átti eitt samt Tjóðveldi at sagt ikki bara ja, men eitt rungandi ja.
JA til at alt vald í Føroyum kemur frá Føroya fólki.
JA til at danska grundlógin bara virkar í Føroyum soleiðis og so leingi, sum vit vilja hava hana at virka.
JA til at eingin lóg kann verða sett í gildi fyri Føroyar uttan Løgtingsins samtykki.
JA til at heimastýrislógin ikki er ein donsk delegatión av heimildum, men ein sáttmáli millum tveir partar. Ein sáttmáli sum vit virða - løgtingið hevur jú sjálvt sett hann í verk - men sum vit eisini hava rætt at siga upp.
JA til óskerdan sjálvsavgerðarrætt.
JA til at føroyskt er tjóðarmál og alment mál.
JA til eina nógv betri javnvág millum løgting og landsstýrið.
JA til mannarættindi givin føroyingum av føroyingum sjálvum.
JA til eitt sjálvstøðugt og sjálvskapt grundarlag undir okkara fólkaræði.
Men formaður Tjóðveldisins sigur nei.
Hann sigur í sínum áliti, at tær broytingar, sum eru gjørdar, kunnu "nýtast at fremja størri afturstig í rættarstøðu føroyinga og leggja avgerðarrætt í hendurnar á myndugleikum uttan fyri Føroyar." Tað er trupult at svara uppá hetta, tí eg veit ikki, hvat tað byggir á. Eg dugi við mín besta vilja ikki at síggja, hvussu nakar kann fáa hesa niðurstøðu burturúr tí, sum stendur skrivað. Tí tað, sum stendur, sigur júst tað øvuta.
Persónliga heldur nokk eingin í meirilutanum, at tað, sum semjan sigur, er tað besta. Øll hava slakað. Men hóast tað ikki er tað besta, so er tað gott. Tað ber til at fremja tað góða nú. Og tað er neyðugt, at vit gera tað.
Tað, sum teir ymisku minnilutarnir krevja, ber ikki til. Og tað er lítil vísdómur í ofra tað góða, sum ber til, fyri tað besta, sum ikki ber til.
Spurningurin um stjórnarskipanina snýr seg um okkara felags grundarlag. Tí mugu vit vóna, at flokspolitikkur og taktikkur tapa í dag - og at semjan og samstarvið vinna.