Fólkapensjónistar verða ofta umrøddir í hagtølum, og myndin, ið kemur fram í miðlunum, er ofta ov einsíðug – vaksandi eldrabyrða, fátækraváði, sjúka og einsemi. Slík hagtøl geva eitt gott yvirlit yvir støðuna, men hvussu trívast føroyskir fólkapensjónistar? Hvussu sær teirra gerandisdagur út?...
Hetta rit er gjørt fyri at fáa eina neyvari mynd av, hvussu gerandisdagurin hjá føroyskum pensjónistum sær út. Tí valdi Javnaðarflokkurin á Fólkatingi at gera samrøður við nakrar pensjónistar í Føroyum fyri at lýsa teirra gerandisdag.
Hon er eisini at finna undir "Útgávur".