Í gjár var orðaskifti um Ríkisfelagsskapin á Fólkatingi. Tikið varð samanum eitt valskeið, har Føroyar hava varðveitt sítt fulla sjálvræði bæði í makrelstríðnum, teimum tveimum sakarmálunum móti ES, og í handlinum við Russland.
Hetta - tær praktisku loysnirnar - er tað, sum er avgerandi, bæði fyri okkara vinnulív og fyri okkara politisku skipan.
Spurningurin um grundlógina er meira teoretiskur og ikki so aktuellur beint nú. Kortini er tað ein trupulleiki, at Stjórnin blívur við at tvíhalda um, at alt tað, sum gjørt verður í Føroyum, skal rúmast innanfyri karmarnar á donsku grundlógini.
Vit hava lóggávuvald í Føroyum. Vit hava egna stjórn. Føroya fólk er okkara evsti myndugleiki. Hesum er eingin heimild fyri í donsku grundlógini - og tí er hon sprongd. Hon er sprongd, fyri at fáa felagsskapin at fungera - fyri at fáa føroyingar at góðtaka hann.
Ein møgulig komandi føroysk stjórnarskipan skal m.a. staðfesta tey rættindi, vit hava - og tí kann hon IKKI í øllum lutum vera fullkomiliga innanfyri donsku grundlógarkarmarnar. Líka so lítið sum tann veruleiki, at Føroyar hava egið parlament, er innanfyri hesar karmar.
At stjórnin noktar at viðurkenna henda veruleika, verður ein trupulleiki um føroyska stjórnarskipanin aftur verður sett á skrá. Stendur Løgtingið saman er hinvegin eingin ivi um, at Stjórnin kann flytast. So mikið er hent fyrr.