Sjúrður Skaale
27. april 2017
Sjúrður Skaale

Stjórnin: Grundlóg og Helsingforsavtala forða føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum

Tað er meira upplagt at arbeiða fyri at geva Føroyum eina meira eyðsýnda og sjálvstøðuga støðu í Norðurlendska Ráðharraráðnum, sigur danska stjórnin. – Stjórnin hevur lovað at arbeiða fyri hesum, og tað ætli eg mær sjálvsagt at fylgja við í, sigur Sjúrður Skaale.

Føroyska umsóknin um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum varð viðgjørd í november í fjør. Umsóknin varð í fyrstu syftu ikki gingin á møti. Orsøkin var, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark í mun til Ríkisfelagsskapin og grundlógini máttu avklárast fyrst.

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, hevur sóknast eftir hesari avkláring og spurdi tí donsku stjórnina eftir henni í farnu viku. Karen Ellemann, danski ráðharrin fyri norðurlendskum samstarvi, hevur nú svarað spurninginum.

- Stjórnin stuðlar føroysku ynskinum um eina sterkari støðu fyri Føroyar í norðurlendska samstarvinum. Hetta má tó eisini gerast innan fyri grundlógarinnar karmar, ið ikki loyvir Føroyum at gerast sáttmálapartur í galdandi Helsingforsavtaluni, meðan Danmark framvegis er limur. Ríkið kann bert hava eina atkvøðu, og Føroyar kunnu ikki virka sum sjálvstøðu partur í mun til Danmark, sigur Karen Ellemann í svari sínum.

Stjórnin heldur tí, at tað er meira upplagt at arbeiða fyri at geva Føroyum eina meira eyðsýnda og sjálvstøðuga støðu í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Stjórnin hevur í einum øðrum svari til Sjúrð Skaale upplýst, at hetta arbeiðið er byrjað.

– Stjórnin hevur lovað at arbeiða fyri hesum, og tað ætli eg mær sjálvsagt at fylgja við í, sigur Sjúrður Skaale, sum eisini ætlar sær at halda fram við arbeiðnum at mýkja donsku fatanina av møguleikunum hjá Føroyum í altjóða høpi.

- Uttan mun til, hvør almenna støðan hjá donsku stjórnini er, so eru søguliga fleiri sigandi dømi um, at grundlógin ikki er ein forðing, tá ið konkret mál krevja eina politiska loysn. Hetta ætli mær framhaldandi at nýta øll hóskandi høvi at vísa á, sigur Sjúrður Skaale.